Formaðurin í danska flokkinum, Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen, kann ikki vera verjumálaráðharri og formaður í flokkinum samstundis. Tað segði hann á tíðinafundi í morgun.
– Tað er ein avgerð, eg havi tikið í síðstu viku, eftir at eg kom aftur frá sjúkrafráveru og eg havi havt møguleika at skapa mær eitt yvirlit yvir tær uppgávur, sum eru í Verjumálaráðnum og í stjórnarsamstarvinum.
– Tá eg havi tikið um hesa tillaging, eru tað tvey grundleggjandi viðurskifti, sum eru orsøkin: Kærleikin til Vinstra. Og kærleikin til Verjuna, segði Ellemann-Jensen.
Fyri trimum vikum síðani kom Jakob Ellemann-Jensen aftur til arbeiðis eftir frá í seks mánaðir vegna strongd. Meðan hann var burtur, var Troels Lund Poulsen virkandi verjumálaráðharri.
Nú skifta teir báðir ráðharrasess. Ellemann-Jensen tekur yvir Búskaparmálaráðið frá Lund Poulsen.
/ritzau/