Ellis- og røktarheim fáa 4,1 milliónir afturat

Ellis- og røktarheimini fáa 4,1 milliónir krónur afturat í ár.

Tað ætlar samgongan og í kvøld er spurningurin til viðgerðar í Løgtinginum.

Ætlanin er at avgreiða málið, áðrenn Løgtingið fer í summarfrí og endamálið er at sleppa undan at seta ógvusligar sparingar í verk á ellis- og røktarheimum, sum høvdu rakt búfólkini meint.

Men í Løgtinginum verður Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, átalað fyri at hon ikki hevur hevur tikið stig til at játta pengarnar, fyrrenn nú tað kom fram nú um dagarnar, og starvsfólk á ellis- og røktarheimunum vóru fjølment í Almannamálaráðnum í morgum við einum mótmæli.

Ført hevur eisini fram í Løgtinginum, at leiðslurnar á Ellis- og Røktarheimunum hava gjørt vart við, at brúk er fyri 6,2 milliónum afturat fyri at sleppa undan at seta sparingar í verk.

Tað, samgongan nú ætlar at játta, er sostatt 2,1 milliónir ov lág.

Men tingfólk, eisini í samgongu, siga, at síðsta orðið er ikki sagt í hesum málið enn og róð verður framundir, at í heyst mugu fleiri pengar játtast til almannaverkið.