Endamálið hjá felagnum er at varðveita gomul akfør og at bøta um umstøðurnar hjá teimum, ið fáast við hetta ítrív. Felagið arbeiðir eisini við at nøra um hendan partin av mentan okkara, eitt nú við at savna saman siðsøguligt tilfar um bilar, ferðslu og um bilstarvsgreinina annars.
Felagið er í løtuni í ferð við at innrætta gamla vatnbrunnin við Gráastein í havn til tøkniligt fornminnissavn.
Tað er Brynjávlur Jensen í Havn, ið hevur verið formaður í felagnum síðani stovnanina í 1992, og sum Sosialurin skilir stillar hann uppaftur á aðalfundinum leygardagin.