Eins og undanfarin ár skipar Føroya Ellisakfør fyri koyring og framsýning av ellisakførum flaggdagin 25. apríl.
Ellisakførini koyra frá felagshølunum yviri við Strond raðkoyring gjøgnum býin og oman í Tórsgøtu, har eru til framsýning, meðan flaggdagshaldið er á Vaglinum. Eftir tað verður koyrt niðan til EFFO í Gundadali. Bilurin á myndini er ein Rambler Classic frá 1966, sum verður við í flaggdagskoyringini.