Ellivu deyð í bussvanlukku

11 fólk doyðu, og 23 fingu skaða, tá ein bussur við pensjonisum fór út av vegnum í Sierra Madre-fjøllunum í Meksiko. Bussurin var á veg úr Tlaxcala til Mazatland á kyrrahavsstrondini, tá hann fór útav og datt 50 metrar niður í eina gjógv.

Hetta er onnur álvarssama bussvanlukkan í Meksiko í summar. Fyri einum mánað síðani doyðu 26 fólk, tá ein bussur fór útav.

Sambært hagtølum hjá meksikonsku myndugleikunum doyggja umleið 16.000 fólk í ferðsluni um árið, og tað meksikanska vegakervið verður mett sum eitt av teimum vandamestu.