Ellivu teir bestu – men hvat sker við uppstillingini?

FIFA hevur til FIFA Best tiltakið valt teir bestu ellivu farna kappingarár. Við fýra áleyparum roynir FIFA at fáa pláss fyri øll álopsstjørnunum.

FIFA hevur til FIFA Best tiltakið valt teir bestu ellivu farna kappingarár. Hjá monnum er talan um helst mest framrættaða liðið í nýggjari tíð. Við fýra áleyparum roynir FIFA at fáa pláss fyri øll álopsstjørnunum.

 

Í mál er italski EM-vinnarin, Gianluigi Donnarumma. Í verjuni er ein gamal kenningur á Tórsvølli, David Alaba úr Eysturríki og Real Madrid, umframt Leonardo Bonucci og Rúben Dias.

 

Eisini á miðjuni er bara pláss fyri trimum spælarum Teir eru Chelsea spælararnir N’Golo Kanté hjá Halli Hansson og Jorginho, og afturat teimum Kevin De Bruyne úr Manchester City.

 

So koma vit til álopið og tað er ikki farið framvið, at FIFA hevur valt fýra áleyparar. Teir eru Cristiano Ronaldo (Juventus FC/Manchester United FC), Erling Haaland (BV Borussia 09 Dortmund), Robert Lewandowski (FC Bayern München) og Lionel Messi (FC Barcelona/Paris Saint-Germain)

 

Tað kann undra eitt sindur, at tað ikki er pláss fyri Mohamed Salah, sum bleiv nummar trý í FIFA Best spælara, men hetta er eisini ein eitt sindur serlig uppstilling.

 

FIFA Best liðið:

 

Málverji: Gianluigi Donnarumma (AC Milan/Paris Saint-Germain)

 

Verja: David Alaba (FC Bayern München/Real Madrid CF), Leonardo Bonucci (Juventus FC) og Rúben Dias (Manchester City FC)

 

Miðvallarar: Kevin De Bruyne (Manchester City FC), Jorginho (Chelsea FC) and N’Golo Kanté (Chelsea FC)

 

Álop: Cristiano Ronaldo (Juventus FC/Manchester United FC), Erling Haaland (BV Borussia 09 Dortmund), Robert Lewandowski (FC Bayern München) og Lionel Messi (FC Barcelona/Paris Saint-Germain)