Stóra bragdið hjá Elmari Ósá, lækna, at svimja, súkkla og renna 452 kilometrar, gav løgmanni íblástur til løgmann um at siga, at øll hava eitt val og at øll kunnu gera mun.
Løgmaður vísti á, at barnalæknin á Landssjúkrahúsinum gjørdi eitt val og gjøgnumførdi sína ætlan til frama fyri børn við autismu.
-Hann kund valt at givist á leiðini, men helt fram hóast móður og illa fyri, so helt hann á.
- Hetta avrikið vísir, hvussu vit einsæris kunnu velja at taka ábyrgd og gera mun fyri mong. Tað vísir, hvussu besta úrslitið fæst, um alment og privat draga somu línu og styðja hvørt annað.
-Hóast vit hava eitt væl ment vælferðarsamfelag, hava vit eisini ábyrgd fyri næstanum.
Tí vit vita, at lagnan kann raka hart. At hóast vit velja nógv í lívinum, so eru vit ikki harrar yvir øllum. Og vit vita, at sumt er ringt at spáa um, segði lømaður