Amerikanski íverksetin Elon Musk hevur syrgt fyri at sletta almennu Facebookprofilarnar hjá teimum báðum stóru feløgunum hjá sær, Tesla og SpaceX.
Rørslan fyri at sletta Facebook – #deletefacebook – er vorðin størri av skandaluni viðvíkjandi analýsufelagnum Cambridge Analytica, sum er lagt undir at hava fingið atgongd til persónligar upplýsingar hjá yvir 50 milliónum Facebookprofilum.
Rakettfelagið hjá Musk, SpaceX og Tesla, sum framleiðir elbilar, syrgdu fyri at sletta síðurnar, beint eftir at Sillicon Valley-milliarderurin á Twitter lovaði at steingja síðurnar, eftir at hann hevði fingið ákoyringar og áheitanir um at seta seg upp ímóti Facebook.
– Strika SpaceX-profilin á Facebook, um tú torir, stóð í einum Twitter-boðum til Musk. Hann svaraði, at hann ikki visti, at tað var ein slík heimasíða.
– Vil syrgja fyri, at hon verður stongd, segði hann.
– What's Facebook? tweetaði Musk.
Facebookprofilarnir SpaceX og Tesla, sum høvdu milliónir av fylgjarum, eru ikki longur tøkir.
Musk hevði áður sagt í skemti við hátalaraframleiðaran Sonos, at hann vildi steðga øllum lýsingum á Facebook í eina viku. Fylgjarar hansara bjóðaðu honum av og bóðu hann sletta Facebookprifilarnar hjá hansara egnu feløgum.
Ein nevnd í Umboðsmannatinginum hevur sent eina formliga innbjóðing til Facebookstjóran Mark Zuckerberg um at koma við eini frágreiðing um misnýstluna av dátum frá 50 milliónum amerikanskum profilum.
– Í hoyringini verður dentur lagdur á innsavnan og sølu av persónligum upplýsingum frá yvir 50 milliónum Facebook brúkarum – kanska uttan at teir vita av tí ella hava loyvt tí og í stríð við politikkin hjá Facebook, skrivar republikanarin Greg Walden, sum er formaður í orku- og handilsnevndini í Umboðsmannatinginum.
/ritzau/Reuters