Umleið kl. 16.30 í dag kundi løgreglan staðfesta, at tann saknaða Elsa Susan Danielsen úr Havn, varð funnin aftur í øllum góðum.
Tað boðar løgreglan frá beint nú
Løgreglan takkar fyri hjálpina og takkar øllum teimum, sum ringdu við upplýsingum, og tilsamans var alt hetta við til at hon varð afturfunnin í øllum góðum.
Tað var í morgun, at løgreglan lýsti alment eftir henni, tí ongin hevði frætt frá henni síðani í gjárkvøldið.