Elsa Bech framsýning á Café Jinx

Í døgunum 1. –15. september hevur Elsa Bech, sniðgevi, málningaframsýning á Café Jinx á Áarvegnum í Havn.

Talan er um eina heldur øðrvísi framsýning. Elsa er inspirerð av einum stíli, ið kallast »shabby chic«. Tað er ein stílur, har alt skal síggja gamalt og rátt út. Henni dámar t.d. at blanda alt millum himmal og jørð saman, líka frá betongi til gomul bíbilsk útklipp, og síðan antin akryl máling ella olju máling út yvir. Eisini arbeiðir hon við strukturum og samansetingum av evnum við sínum egna serstaka málningastíli.