Elsa Berg á date í TV2

Millum eina ørgrynnu av donskum undirhaldssendingum er ’Dagens Mand’ á TV2 ein tann best umtókta fyri tíðina. Í hesi sera vælumtóktu sending, sum hevur bestu senditíð mikukvøld, er føroyska Elsa Berg at síggja. Lesið her um, hvussu Elsa hevur upplivað at vera í milliónum av donskum heimum hvørja viku

Reality-TV

Elsa Berg er 23 ára gomul og er uppvaksin í Havn. Síðan 2007 hevur hon búleikast í Glostrup í Keypmannahavn, har hon hevur tikið útbúgving sum stylist.
- Mínar vinkonur og eg hyggja sum flest aðrar ungar gentur eftir teimum ymsu undirhaldssendingunum, sum koyra í danska sjónvarpinum. Vinkonurnar fingu so knapliga hugskotið at melda meg til eina av hesum sendingunum, sigur Elsa um byrjanina sum kent andlit í Danmark.
- Orsøkin, at vinkonurnar valdu júst meg, er nokk, at eg tori rættiliga væl og mær dámar væl avbjóðingar. Tær tosaðu so aftur og fram, hvat sending, tað skuldi vera, og blivu tær við at koyra upp á Paradise Hotel. Men tað segði eg so kortanei til. Eg haldi, at tað er eitt sindur yvir mítt privata mark, og familjan hevði heldur ikki dámað tað, sigur Elsa sera avgjørd.
- At enda gav eg meg, men við teirri treyt, at eg sjálv skuldi velja eina sending og sjálv skriva eina umsókn. Eg hevði hugt eitt sindur eftir ’Dagens Mand’ á TV2 og helt, at tann sendingin var rættiliga festlig, so avgerðin fall á hana, sigur Elsa og útstrálar, at hetta var ein sera røtt avgerð.

20 gentur um ein drong
Í stuttum snýr sendingin seg um, at tað standa tjúgu gentur í einum hálvrundingi við hvør síni lampu. Inn kemur so ’dagens mand’, sum genturnar í fyrsta umfari einans sleppa at síggja lítla løtu og skulu so avgera, um tær eru áhugaðar ella ikki. Um tær ikki eru áhugaðar, so sløkkja tær sína lampu. Tað eru trý umfør, og eftir triða umfar eru gjarna einar 4-5 gentur eftir. Síðani er tað maðurin, sum skal velja og vraka millum tær eftirstandandi genturnar. ’Dagens mand’ og valda gentan fara so á eina marglætis ”date,” sum TV2 skipar fyri. Tær 19 genturnar, sum ikki fóru á date, halda so fram, inntil tær til síðst møguliga sleppa á eina date.

Fór í baklás
Eftir at Elsa hevði sent umsóknina til TV2, gekk tað skjótt fyri seg.
- Eitt, tvey, trý so hevði eg fingið svar frá TV2, hvar og nær eg skuldi møta til upptøkuroynd. Sjálvsagt var eg ótrúliga spent, men eg var ikki beinleiðis nervøs. Komin inn hagar, fekk mann eitt spurnarblað við 32 spurningum. Hetta vóru mest spurningar um mannfólk, hvat vit síggja í mannfólki, hvørjum typum vit fella fyri o.s.fr. Síðani fóru vit tríggjar og tríggjar gentur inn til eina roynd, har tey spurdu okkum nakrar spurningar, og so skuldu vit royna at svara sum best. Hetta var ein formur fyri venjing til ta veruligu sendingina, sigur Elsa.
- Líka inntil eg fór inn til royndina, hevði eg fullkomiliga stýr á støðuni. Eg helt meg yvirhøvur ikki vera nervøsa, og hevði eg fyrireikað nógvar spurningar áðrenn. Men so skjótt sum eg trein inn um dyrnar, og tey byrjaðu at spyrja meg ymiskt, fór eg fulkomiliga í baklás og fekk næstan ikki sagt eitt orð. Útafturkomin var eg ørg og skuffað av mær sjálvari. Men aftaná royndina tosaðu vit víðari, og tá var eg sum hamskift, og var eg næstan ikki til at steðga aftur. Eg trúgvi, at tað var hetta, sum bjargaði mínari luttóku, sigur Elsa smílandi.

Mátti fyri ein og hvønn prís koma við
Einar fýra til fimm dagar seinni ringdu tey frá TV2 og góvu henni boðini, at hon var ein av teimum útvaldu.
- Konan, sum ringdi, segði, at eg fyri ein og hvønn prís mátti koma við, og at eg nú ikki mátti prøva uppá at fáa mær sjeik ella gera nakað annað, ið kundi forstýra mínari luttøku. Tað helt eg vera rættiliga stuttligt, og tók eg tað sum eitt ordiligt komplement, sigur Elsa.

Grátur og tár undir upptøkunum
Um at gera upptøkurnar sigur Elsa:
- Tað var ótrúliga stuttligt. Serliga stuttligt varð tað, at vit vóru 45 gentur saman frá klokkan 10 um morgunin til midnátt í seks heilar dagar. Vit komu ordiliga at kenna hvørja aðra. Eg havi fingið nakrar ordiliga góðar vinkonur, og eru vit fleiri, sum enn møtast regluliga.”
- Men tað var ikki bara stuttligt,” er Elsa skjót at leggja aftrat. ”Eina ferð undir upptøkunum vóru allar genturnar so kritiskar og avvísandi fyri øllum monnunum, at redaktiónin á TV2 gjørdi bart. Vit blivu allar tiknar afturum, og har fingu vit eina ordiliga skolu frá tveimum konum. Tær løgdu ikki fingrarnar ímillum og søgdu m.a., at tær vóru ógvuliga skuffaðar av okkum, og at vit máttu taka okkum saman, tí sendingin misti sítt undirhaldsvirði, tí tað ikki stóðst nøkur date burturúr við hatta lag. Skeldaríið var so ógvusligt, at hóast tað ikki var persónligt, so fór ein genta at gráta og mátti halda pausu frá upptøkunum eina løtu, sigur Elsa.
Í upptøkunum beint eftir skeldaríið kom ein drongur inn, og ongin tordi at sløkkja fyri honum. Men tá so fyrsta gentan eftir einari góðari løtu sløkti fyri honum, vóru tað einar átta aðrar, sum sløktu í sama sekundi, sigur Elsa flennandi.

”På grund af dig”
- Dagarnir vóru øgiliga strævnir, og skuldu vit upptaka seks menn dagliga. Tá til endans kundi mann siga slíkt, ein á ongan hátt undir vanligum umstøðum hevði sagt. Eg minnist serliga væl eina ófatiliga tápuliga aftursvar hjá mær, og sum eg eisini havi fingið nógv at hoyra fyri. Ein av monnunum spurdi, hví eg hevði meldað meg til sendinga. Eg svaraði so heilt spontant og kiksað ”For at møde dig”, sigur Elsa flennandi.

Vrakað sjey ferðir
Tað slepst ikki uttanum, at onkrar av gentunum verða vrakaðar upp til fleiri ferðir, tá tað bara er ein, sum sleppur á date. Tí verður ein veruliga testaður sálarliga. Tað slapp Elsa veruliga at merkja.
- Eg bleiv vrakað ikki færri enn sjey ferðir. Tað var yvirhøvur ikki stuttligt at standa har og blíva vrakað ferð eftir ferð. Fyrstu ferð hugsaði eg bara: ”Tað koma aðrir dreingir”. Aðru ferð hugsaði eg: ”Altso, hvat hendir her”. Triðju ferð hugsaði eg: ”Nei, hetta tími eg ikki meira”. Fjórðu ferð byrjaði eg blíva rættiliga ørg, og hugsaði, at hetta tímdi eg ikki. Tá eg bleiv sløkt fimtu ferð, mátti eg spyrja programleiðararnar, um eg gjørdi nakað galið. Men teir flentu bara og søgdu, at eg skuldi vera júst tann, sum eg var. Ein av orsøkunum, at eg so sjálvdan sjálv sløkti, var, at eg gjarna vildi geva dreingjunum ein kjans. Men tá eg bleiv sløkt sættu ferð, varð eg forstokkað og avgjørdi, at nú sløkti eg fyri hvørjum sum helst. Beint áðrenn eg bleiv sløkt sjeyndu ferð, ivaðist eg ikki í, at eg fór at blíva vald. Men tað bleiv eg ikki, sigur Elsa.
- Eg fekk ongantíð undirlutakenslir, tí eg hugsaði meira, at orsøkin, at eg varð vald so seint, var, at eg tori at vera og klæða með øðrvísi enn aðrar gentur. Møguliga tað reyða hárið hevur rætt nakrar dreingir, sigur Elsa sjálvsikkur.

Prinsurin á hvíta hestinum
Tað er ikki lætt at verða sløktur sjey ferðir. Men sum so ofta tolin trívst.
- Eg hevði enn ikki mist vónina. Eg var sjálvsagt rættiliga ørg, men trúði enn uppá tað. So einaferð kemur ein drongur inn. Høgur, vælbygdur, kongablá eygu og eitt sjarmerandi smíl. Hóast eg varð sløkt sjey ferðir, so visti eg bara frá fyrsta sekundi, at hann var mín. Hann hugdi so at siga alla tíðina eftir mær, so har var einki at ivast í. Tvær av mínum vinkonum sótu millum áskoðararnar, og tær søgdu seg eisini síggja tað. Hesa ferð var eg als ikki nervøs, og bíðaði eg bara, inntil hann sløkti tað síðstu gentuna, sigur Elsa avgjørd.
- Tað endaði so eisini, sum eg visti, at hann valdi meg. Eg var sjálvsagt sera glað, men tað kom ikki sum nakað yvirraskilsi. Við til søguna hoyrir eisini, at hesin drongurin var nógv tann flottasti drongurin í sendingunum, og var tað eisini nógv harðast kapping um hann. Tá tað vanligt til endans einans eru einar fýra gentur tendraðar, so vóru tað nú heili fimtan, sum vóru tendraðar. Tá var tað ikki so galið at standa sum ”vinnarin”, sigur Elsa smílandi.
- Sæð í bakspeglinum eri eg øgiliga glað fyri, at eg bleiv sløkt av hinum dreingjunum, tí eg kundi ikki fingið eina betri date enn tann, eg fekk við hesum dronginum. Haraftrat var eg ikki veruliga áhugað í øllum teimum undanfarnu, men vildi bara geva teimum ein kjans. Nógvir hava í roynd og veru vent sær aftur til mín og sagt, at teir angra, at teir sløktu meg. Men tað kunnu teir gloyma alt um, sigur Elsa.
- Date’in gekk ordiliga væl. Vit fóru á eina fína restaurant mitt í býnum klokkan 22 og sótu har líka til klokkan 1 um náttina. Kemiin var beinanveg til staðar, og høvdu vit eina sera góða løtu. Vit sóust í einar tríggjar vikur eftir sendingina, men so flutti hann til Amsterdam, og tað gjørdi líkasum ein natúrligan enda á tí heila, sigur Elsa.

Mátti fáa sær loyninummar
- Um eg skal vera heilt erlig, so hevði eg ikki væntað so nógv fokus eftir sendingina. Eg trúði ikki, at tað vóru so nógv, sum hugdu eftir henni. Men eg fór skeiv. Tað er blivið so ringt at vera so kend, at eg varð noydd til at fáa mær loyninummar, tí fremmandir dreingir ringdu ella skrivaðu alla tíðina. Somuleiðis á Facebook hava ein rúgva av fólki addað meg. Eisini fólk, sum eg bara líka kenni navni á, men eg noyðist bara at vera køld og avvísa tey flestu. Men sjálvsagt ikki øll. Onkuntíð skriva fólk á Facebook, har tey bara líka vilja siga, at tey hava sæð meg og halda, at eg riggi mega væl. Onkrir dreingir skriva eisini og bjóða mær á date við sær, sigur Elsa.
- Tað er tó mest í býnum, at eg merki, at eg eri eitt kent andlit í Danmark. Tá hendir tað í heilum, at bæði gentur og dreingir steðga og venda sær fyri at hyggja. Onkuntíð rópa tey: ”Handan er í ’Dagens Mand’”, meðan aðrar tíðir koma tey at práta við meg. Sum heild haldi eg hetta vera ótrúliga stuttligt, og royni eg bara at njóta tað, so leingi tað varir, sigur Elsa flennandi.

Verturin populerur millum damurnar
Ein av orsøkunum, at ’Dagens Mand’ er so væl umtókt, er ikki minst takkað veri vertinum, Pelle Hvenegaard. Við nógvari útstráling og góðum replikkum leiðir hann hyggjaran hegnisliga gjøgnum sendingina.
- Tað er heilt ótrúliga stuttligt at vera vertur fyri ’Dagens Mand’, sigur Pelle og heldur fram.
- Tá man stendur har sum vertur, er tað ofta, at ein er veruligu noyddur til at kíta seg fyri at halda maskuna. Eg havi ongantíð í mínum lívi upplivað, at eg so ofta uppá so stutta tíð havi hugsað: ”Ok, det var godt nok dumt sagt”, og vísir hann til tær genturnar, sum úttala seg tápuligt, tá tær fáa ymiskar spurningar.
- Hetta er undirhald, so einki er so gott sum, tá eg hugsi ”Det sagde du bare simpelthen ikke”, tí tá veit eg, at sendingin verður stuttligari, sigur Pelle flennandi.
- Hóast sendingin er reint undirhald, so er tað ikki altíð so stuttligt fyri menninar, ið ikki sleppa á date. Tá er tað, at eg skal standa klárur at geva teimum eitt klapp á herðarnar og troysta teir. Eitt, ið er áhugavert við at vera vertur fyri ’Dagens Mand’, er, at nógvir av eins fordómum veruliga verða settir uppá spæl. Eitt nú tá ein maður stendur eftir og skal velja millum tvær, har eg bara hugsi við mær sjálvum, at her kann tað ikki vera tann minsti ivi um, hvørja hann velur. Tá er tað ofta, at eg verði tikin á bóli, og hann velir júst hina gentina, sigur Pelle, men leggur aftrat:
- Eg eri ordiliga glaður fyri, at hesir fordómarnir verða fyribeindir.”
- Tá vit sóu Elsu til castingina, ivaðust vit ikki eitt sekund, um at hon skuldi við. Tað var einki, sum æt. Elsa skilti seg veruliga út frá hinum, men tað týdningarmiklasta við henni var, at hon var so sjálvsikkur. Somuleiðis hevði hon eina sera góða útstráling, og vit sóu, at hon hevði nógv at geva sendingini, sigur Pelle avgjørdur.
Umframt at vera vertur í ’Dagens Mand’ hevur Pelle eisini nógvar aðrar sjónvarps- og filmsleiklutir. Í løtuni er hann at síggja í sera vælumtóktu dramaseriuni hjá TV3, 2900 Happiness. Somuleiðis kenna vit hann sum Pelle í danska stórfilminum frá 1987 Pelle Erobreren.
Hóast Pelle er umgyrdur av konufólkum í ’Dagens Mand’, so er hann tað ikki privat. ”Eg havi als ikki tíð til at fáa mær damu ella konu fyri tíðina, tí eg eri alt ov upptikin við at gera sjónvarp. Men ikki tað, eg havi fingið nøkur tilboð,” sigur Pelle við einum skeivum smíli at enda

Ongin áhugi fyri føroyskum mannfólki
Tað er vist, at nærmasta framtíðin hjá Elsu ikki liggur í Føroyum.
- Eg elski at búgva í Danmark, og eg flyti avgjørt ikki aftur til Føroya við bræði. Eg vænti í roynd og veru heldur ikki, at eg fari at fáa mær ein føroyskan sjeik. Veit ikki ordiliga hví, men teir føroysku eru ikki akkurát eg. Men tað skal sigast, at tá eg einaferð eri gift og havi fingið børn, tá kundi eg hugsað mær at flutt aftur til Føroya, tí eg síggi Føroyar sum eitt paradís hjá børnum at vaksa upp. Hvussu eg tá fái ein útlendskan mann at flyta til Føroyar, mugu vit fáa at síggja til ta tíð, sigur Elsa flennandi at enda og skoytir uppí.
- Eitt er tó heilt víst, at tann einasta eina fari eg so ikki at finna í sjónvarpinum.