13. og seinasti partur
Brúðleyp í Etiopia
Fyrr í hesi røð havi eg greitt frá Elsabet, sum var ein av teimum, sum var fongslað og útsett fyri píning, tá ið hon fór í kirkju jólamorgun í 1979. Hon hevur eisini vitjað okkum í Føroyum.
Í 1991 giftist hon við Samuel. Hann hitti eg fyrstu ferð í 1987, tá ið hann við tveimum vitnum kom til Arba Minch á veg til Gidole at biðja um Elsabet frá mammu hennara. Pápin var deyður. Hann fekk játtandi svar og fór glaður aftur til Awasa, har Elsabet spent bíðaði eftir svarinum.
Nú trý ár seinni skuldi brúdleypið fyrireikast. Skrivlig innbjóðing varð send út, eisini til trúboðararnar.
Her var nógv at rigga til, og tey vóru nógv, sum vildu vera til hjálpar. Brúðurin skuldi ikki vera við til stákanina teir seinastu dagarnar undan brúðleypinum. Hon skuldi sita í friði heima hjá sær sjálvari og taka ímóti fólki, sum komu at vitja.
Tey høvdu bygt sær eini hús, sum vóru so mikið liðug, at tey kundu flyta inn. Her skuldi brúðleypið vera, og her helt Samuel til hesar dagarnar.
Heima hjá Elsabet komu vinkonur inn á gólvið, góvu henni kaffibønir, egg og annað og settust niður at práta við hana. I hinum húsinum var stákast til brúðleypið.
Eg var komin úr Arba Minch til Awasa í brúðleyp. Brúðleypsmorgunin fór eg tíðliga yvir til Elsabet. Brúðargenturnar vóru í ferð við at pynta brúðrina. Ímeðan komu ungar gentur inn so við og við syngjandi, meðan tær klappaðu í hendurnar.
Tá ið brúðurin var ílatin brúðarstásið, kom hon innar í stovuna at bíða eftir brúðgóminum. Vøkur var hon í hvítum síðum kjóla og sløri.
Elsabet var so rørd, at hon hevði hug at tára, og tað sama gjørdu summar av gentunum, sum vóru inni. Hetta var ein álvarsom løta við byrjanini av einum nýggjum tíðarskeiði í lívinum.
Endiliga hoyrdist bildun. Nógvir bilar komu koyrandi, hvør aftaná annan, sum vanligt er til brúðleyp á hesum leiðum.
Genturnar settu nú á at syngja og klappa harðari enn fyrr. Brúðgómurin sat í tí fremsta bilinum. Hann kom út úr bilinum saman við brúðarsveininum. Sáttliga gingu teir yvir móti húsinum og innar í stovuna, har brúðurin sat. Hann fór yvir til hennara, heilsaði henni við kossi á báðar kinnar og settist við lið hennara.
Kvinnur og menn, sum nú eisini vóru innkomin, hildu áfram at syngja og klappa eina løtu afturat.
Brúðarsveinurin segði nú, at áðrenn vit fór hiðani, skuldu vit biðja fyri brúðarparinum. Hann takkaði Guði fyri alt tað farna og bað hann um at signa heimið, sum tey bæði skuldu byggja saman.
Brúðarparið reistist nú. Stillisliga gingu tey bæði yvir, har mamma Elsabet sat, boygdu seg niður og kystu hana niður í fang hennara til høgru og vinstru. Hetta sama gjørdu tey við skyldfólk og bestu vinir, sum sótu við lið hennara. Ímeðan vóru øll still og álvarsom.
Síðan fóru vit øll saman við brúðarparinum til eitt vakurt stað við Awasa vatnið. Vit høvdu mat við okkum og vit hugnaðu okkum eina løtu.
Haðani varð koyrt beint í kirkjuna, sum longu var nærum full av fólki. Her var sungið nógv, bæði felagssangur og kórsangur. Presturin í Mekane Yesus kirkjuni vígdi tey. Aftaná varð bjóðað sodavatn og køkur uttanfyri kirkjuna.
Seinni um kvøldið var døgurði í tjaldinum uttanfyri hús teirra. Her var nógvur og góður matur. Fleiri hundrað fólk vóru við.
Kirkjuforsetin í økinum Alemu Shetta helt eina góða talu um brúdleypið í Kána. Tá ið døgurðin var etin, varð ein stór køka borin inn. Í hesum sambandi var tað vanligt, at brúðargestirnir góvu brúðrini eitt nýtt navn, sum skuldi nýtast í heiminum. Her vóru ymisk uppskot, og var hetta sera skemtiligt. Men úrslitið gjørdist navnið Sára. Hon var jú manni sínum Abrahami líðin og kallaði hann harra!
Nú var sagt, at um onkur ynskti at geva brúðarparinum eina gávu, so kundu tey gera tað nú.
Brúðarparið stóð uppi og tók móti gávunum, sum fram vóru bornar, og tey takkaðu fyri.
Hungur men friður
Vit eru nú komin til juli 1991 og eg eri framvegis í Arba Minch. Á morgni var óvanliga kalt, 19 hitastig. Vanliga var hitin millum 30 og 40 stig. Loftið var skíggjað.
Regntíðin, ið byrjaði í mars mánaði, var ikki liðug enn. Her hjá okkum hevði tað regnað nokk so væl hesa tíðina. Fólkið her um leiðir leið ikki neyð av teirri orsøk.
Aðra staðni í landinum hevði verið turkur ta tíðina, sum vanliga skuldi verið regntíð. Fyrst eg kom til Etiopia var regntíðin munandi meira reglulig. Hildið verður, at hetta hevur samband við at Sahara-oyðimørkin breiðir seg meira og meira. Tað hevur tessvegna verið hungursneyð, serliga í norðara parti av landinum.
Nú er kríggið hildið uppat. Lovaður veri Guð.
Tað gekk ein tíð, til fólkið hevði vant seg við ikki at ganga í ótta fyri, at menn og synir skuldu verða tiknir í kríggj.
Tað var nú gjørligt at koma fram til tey svøltandi við hjálp. Nógv vóru so niðurundir komin, at teimum var ikki lív lagað, men nógv kundu bjargast, um tey fingu hjálp skjótt.
Hjálptu sínum gomlu fíggindum
Tað gekk annars friðarliga fyri seg aftaná stjórnarskiftið. Tað hendi kortini ein stór bilvanlukka her nærindis.
Tað var ein stórur lastbilur við viðhaldsmonnum hjá fyrru stjórnini, sum var á veg til rýmingar suðureftir.
Bilurin koyrdi útav. Seks doyðu á staðnum. Hinir 50, sum vóru meira ella minni skaddir, vórðu koyrdir higar til sjúkrahúsið við øðrum bilum.
Teir komu um kvøldið. Sjúkrahúsið var yvirfylt frammanundan. Teir vóru glaðir fyri at sleppa at liggja á madrassum á gólvinum, har sum pláss var. Ein av hesum var so álvarsliga skaddur, at hann doyði. Hinir sluppu við lívinum.
Áhugavert var at síggja, hvussu starvsfólkini á sjúkrahúsinum vóru fús til at hjálpa hesum, sum fyri stuttari tíð síðani vóru argastu óvinir teirra, og hvussu hinvegin teir løstaðu við tøkk tóku ímóti hjálpini. Teir flestu vóru ungir dreingir.
Báðir partar hava í friði samráðst og eru vorðnir samdir í mongum førum um, hvussu landið nú skuldi stýrast og byggjast upp.
Merkisvert var at síggja, at teir sum fingu týðandi størv runt í landinum av “gomlu stjórnini”, nógvir vóru noyddir at taka við starvinum móti sínum vilja, nú sluppu at vera í friði í landinum. Teir verða kortini skiftir út og nýggir valdir inn í tey ymsu størvini sum frá líður.
Bíbliur úr Etiopia til Russlands
Sum nevnt sendi Russland eisini fólk til Etiopia at hjálpa til at avkristna fólkið. Sum vit vita, hava tey kristnu í Ruslandi livað undir trongum korum, og tað hevur verið torført hjá fólki at fáa fatur í Bíblium. Tvær ferðir hendi tað, tá ið eg var inni í bókhandlinum hjá Bíbliufelagnum i Addis Abeba og skuldi keypa bíbliur til sjúkrahúsið í Arba Minch, at russarar vóru inni har.
Tá ið teir vóru úrfarnir, spurdi eg hann, sum var í handlinum, hvat teir vildu her.
Jú, teir vildu hava bíbliur á russiskum máli. Bókahandilin seldi nógvar russiskar bíbliur, sum teir sendu heim til Russlands til vinir og kenningar.
Eg undraðist og kom at hugsa um tað, sum stendur hjá Jesaja profeti:
Tí at hugsanir mínar eru ikki hugsanir tykkara, og vegir tykkara eru ikki vegir mínir. Nei, sum himmalin er hægri enn jørðin, soleiðis eru vegir mínir hægri enn vegir tykkara og hugsanir mínar hægri enn hugsanir tykkara.
Á sjúkrahúsinum í Arba Minch seldu vit nógvar Bíbliur á amahariskim máli fyri rímiligan prís.
Fólk sótu ofta úti á plássum, har tey kendu seg trygg. Har lósu tey bíbliuna. Orðið var sáað og Gud gevur ávøkst.
___________________________________________
Mugu drepa fyri at kunna fáa konu
Tað eru enn tjóðflokkar, sum liva í myrkri. Eitt dømi er gudjifólkið, sum býr eystanfyri okkum
Markið millum Gudjilandspartin og Gamo Gofa landspartin, har eg virkaði, er ikki langt burtur. Fram við markinum liggja gudjimenn og lúra við byrsum og knívum. Í samfelag teirra hevur gjøgnum øldir verið ein óskrivað lóg, sum sigur, at teir fyri at kunna giftast helst skulu hava dripið annaðhvørt eina leyvu ella ein mann úr einum øðrum tjóðflokki, sum skuldi vera eitt krígssinnað fólk. Tí gekk hetta nógv útyvir fólkið í Konso, sum var roknað fyri at vera ein “krígstjóð!” Hava menninir dripið onkran slíkan, verða teir roknaðir sum hetjur og sæddir upp til av fólkinum í samfelagi teirra.
Summar gentur eggja dreingirnar upp, og spyrja um teir eru “konufólk”, tí teir hvørki hava dripið leyvu ella mann! Hetta vilja teir ikki hava sitandi á sær og fara tí – kortini ikki allir av góðum huga – í herferð móti ósekum fólki, sum gongur millum bygda. Ítøkiliga prógvið fyri “avrikið” er avskornu kynsgøgnini hjá dripna manninum. Vit fingu eina ferð á sjúkrahúsið í Arba Minch ein blaðungan drong, sum hevði fingið kynslutirnar avskornar í livandi lívi! Tað var ikki tespuligt.
Taddewos slapp undan
Taddewos var evangelistur á sjúkrahúsinum í Arba Minch.
Eg hevði hoyrt, at gudjimenn ætlaðu eina ferð at drepa hann, men at hann í ítarstu neyð slapp við lívinum.
Eg bað hann siga mær frá hesum tilburði og hann greiddi soleiðis frá:
Eg var 18 ár, tá ið hetta hendi í 1984. Vinmaður mín og eg vóru á veg til gongu út í eina bygd til eitt møti. Vit gingu hvør aftaná annan. Meðan vit ganga og práta saman, smellur eitt byrsuskot millum okkum báðar. Vit hvukku við og hugdu eftir, hvaðani skotið kom. Tá komu tveir gudjimenn við hvør síni byrsu úr skóginum, og aftaná teir koma tveir aðrir við hvør sínum longum knívi.
Vit settu í renningarlop. Eg helt áfram eftir vegnum, og vinur mín helt inn í skógin. Í hølunum á hvørjum okkara var ein maður við byrsu og ein við knívi.
Eg rann so skjótt, eg var mentur. Í tí annar lyfti armin við knívinum og skuldi stinga meg, rendi eg fótin móti onkrum og datt. Eg var komin nær eini stórari á, so í staðin fyri at reisa meg upp, rullaði eg meg frameftir vegnum og í ánna.
Ikki dugdi eg at svimja, so eg fór til botns í ánni. Tá ið eg flotnaði upp aftur, stóð maðurin við knívinum í aðrari hondini og helt sær við hinari í tað síða grasið við áarbakkan. Hann lyfti hondini við knívinum og skuldi stinga meg, men tá fór eg undir aftur.
Bjargaður við Guðs hjálp
Streymurin var nógvur, og hann førdi meg omaneftir ánni. Tá bað eg til Jesus undir vatninum: “Jesus, eg eri ein syndari, tak meg til tín.”
Nú var ein bugur í ánni, og eg varð slongdur fram móti áarbakkanum. Eg kom uppundan og fekk tikið í grasið.
Eg hugdi rundan um meg. Tað var skýming, men eg sá ongan. Eg bað aftur: “Gud! Gudjimaðurin fekk ikki tikið lívið av mær, heldur ikki eri eg druknaður í ánni. Her eri eg, Jesus. Send onkran, sum kann koma mær til hjálpar.” Eg lá har í ánni og bíðaði eftir hjálp.
Knappliga hoyrdi eg billjóð. Hetta var dagligi bussurin úr Addis Abeda, men hann koyrdi framvið uttan at ansa eftir mær.
So hoyrdi eg aftur billjóð. Eg krøkti meg í grasið og kom uppá turt. Nú rann eg móti vegnum og stillaði meg mitt á vegin. Eg veittraði og bað hann stegða, men hann floytaði bara og koyrdi framvið.
Í skýmingini sá eg nú ein mann við byrsu og nøkur fólk aftaná honum koma móti mær. Eg ivaðist ikki í, at hetta var ein av gudjimonnunum, og eg leyp aftur í ánna.
Aftur fór eg bóltandi oman eftir ánni við streyminum. Tá ið eg kom á føtur eina ferð, sá eg mannin við byrsu koma rennandi eftir áarbakkanum. Hann leyp útí og tók um meg.
Eg helt mína síðstu stund vera komna. Eg græt og rópti til Guð.
“Ver ikki ræddur, ver ikki ræddur,” segði hann. Vit eru komnir at hjálpa tær. Gudjimenninir eru farnir. Vit hoyrdu skotið, tí er vit komnir.
Eg trúði honum als ikki. Helt hann bara halda meg fyri gjøldur. Hann dró meg uppá turt. Hini, sum høvdu fylgt honum, vóru nú komin. Øll hálsfevndu meg og bóðu meg ikki vera ræddan, tí nú var eg bjargaður.
Eg var so skelkaður, at eg bert græt og fekk ikki orðið upp.
Tveir menn leiddu meg til bygdina Djamo, har møti var, sum eg skuldi til. Tá ið vit komu fram var møtið byrjað. Táið tey hoyrdu um tað, sum var hent mær, helt møtið fram sum eitt takkar- og lovsongsmøti til Guds, sum hevði bjargað mær. Eg fekk turr klæði at fara í, og tey tóku sær væl av mær.
Áðrenn hesa hending, hevði eg stundum hugsað um at tæna Jesusi við teimum evnum, sum hann hevur givið mær. Nú gjørdist hetta mítt størsta ynski.
Gjørdist evangelistur
Taddewos hevur nú virkað sum evangelistur á sjúkrahúsinum í eini 20 ár og er framvegis í hesum starvi. Tað, sum eyðkennir hann er, at hann er trúfastur í tænastuni. Tey eru ikki fá her á sjúkrahúsinum, sum eru komin til trúgv av hansara vitnisburði.
Vinur hansara varð forfylgdur av hinum báðum gudjimonnunum. Teir skutu eftir honum og raktu hann í hondina. Men hann slapp eisini heilskapaður burtur úr tí.
Hetta hendir enn. Tað er ikki sjáldan, at vit frætta um menn, sum eru dripnir av gudjimonnum. Ein lítil partur av gudjifólkinum hevur tikið ímóti gleðiboðskapinum.
Taddewos er nú giftur, og hann eigur trý børn.
____________________________________
Tíðin kom at gevast
Tað var ein trupul avgerð at gevast í Etiopia í 1992. Tað vóru eisini dreingirnir, sum vóru eftir
Tað var nakað sum nívdi meg. Hvørja ferð eg fór frá teimum, stóðu teir og grótu. Heima vóru tað foreldrini, sum blivu gomul. Hvørja ferð eg fór avstað aftur frá teimum, var hetta eisini hart. Men tað góða var, at tá ið eg var framkomin longdist mær ongantíð, hvønn veg tað enn var.
Seinastu ferð, eg kom heim, var mamma blivin 94 ár. Pápi var tá deyður. Mamma skrivaði mær reguliga brøv, so leingi hon orkaði.
Tað gjørdist mær greitt, at nú var plássið at vera heima hjá mammu. Eg var eisini blivin 64 ár.
Eg havi verið tvær ferðir í Etopia og ferðast, síðan eg gavst. Tá hevur tað verið hugaligt at hitta allar teir góðu vinirnar.
Nú eru tvíburarnir so heima í Føroyum. Jákup er giftur við Kittinesh. Tey eiga fýra børn: Dina, Meriam, Bereket og Eliesar, sum er føddur í Føroyum.
Jákup arbeiddi í Addis Abeba sum mekanikari. Men hetta gav so lítið av sær, at hann vildi koma til Føroyar at forvinna nakrar krónur.
Jóhannes arbeiddi sum vaktarmaður við Kirkens Nødhjælp í Addis Abeba. Men her var støðan, hvat inntøku viðvíkir tann sama. Jóhannes er giftur við Tsehainesh. Hon var einkja við einum barni, Aynalem, sum er gift og býr í heiminum í Addis Abeba. Saman hava tey fingið tvey børn Jonas og Yeru.
Jóhannes kom so eisini til Føroyar at forvinna pening. Her var jú inntøkan sera stór, tá hugsað verður um, at mánaðarlønin var um 300 kr. í Etopia. Sum frá leið gjørdist tað greitt, at tað var einki at fara aftur til Etiopia til. Tí endaði tað við, at fyrst komu konurnar heim og síðani børnini. Tískil eru tey nú 10, sum búgva í Norðragøtu. Tey hava hvør sini eldri hús og eru fallin væl inn millum gøtufólk.
Tey vaksnu arbeiða á Fiskavirkinum í Gøtu, har teimum dámar væl. Børnini ganga í skúla og luttaka í tí, sum teirra javnaldrar fáast við. Dreingirnir sparka sjálvsagt fótbólt og halda við Víkingi! Øll eru góð við tey, og tey eru góð við øll.
Eg hevði ikki trú, at eg skuldi uppliva hetta at fáa tey øll heim til Føroyar, men hetta riggar bara væl.
Fleiri konur úr Etiopia eru komnar til Føroya. Tey koma øll saman, tá ið høvi býðst. Afturat tí eru fleiri etiopisk børn ættleidd til Føroya.
Elsa: Tøkk til Gud og menniskju
Eg havi ofta nevnt um fólk, sum komu til okkara, og sum vildu vera kristin. Tey komu til sjúkrahús, klinikkir og gudstænastur.
Á samkomunum rættu tey hendurnar upp sum tekin um at tey vildu koma til Jesus. Kortini verða vit ikki kristin við at taka eina avgerð ella at rætta hendurnar upp. Hetta er tó tann besta avgerð, sum eitt menniskja kann taka.
Gud ger verkið. Tað er við at hoyra Guds orð, lóg og evangelium, at Guds heilagi andi skapar í okkum longsulin eftir at koma til hansara. Lógin sýnir okkum okkara veruligu støðu frammi fyri tí tríggjar ferðir heilaga Gudi, sum ikki tolir synd. Hvør muður verður teptur. Í okkum sjálvum eru vit glatað saman við okkara bestu gerðum.
Tí av náði eru tit frelstir við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka. Tað er Guds gáva, ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær. Ef. 2.8-9.
Tað er við at hoyra gleðiboðskapin um Jesus, Guds son, at menniskju verða frelst. Guds heilagi andi vísir okkum á Jesus, sum hevur gjørt fullnað fyri allar syndir okkara.
Sí Guds lambið, sum ber heimsins synd! Jóh. 1,29
Av okkum sjálvum kunnu vit ikki trúgva. Trúgvin er Guds gáva. Tað er tí so umráðandi at øll fáa at hoyra Guds orð klárt og týðiliga, lóg og evangelium.
Allar staðir, har Guds orð verður boðað, eru tað nøkur, sum verða frelst.
Men sumt fell í góða jørð og tað bar ávøkst, sumt hundraðfaldan, sumt sekstifaldan og sumt tríatifaldan. Hvør ið oyru hevur hann hoyri. Matt. 13,8-9.
Tá vit fara út sum trúboðarar er tað við tí endamáli, at tey skulu vera frelst. Tað verða tey bert við at hoyra Guds orð. Har sum einki verður sáað, verður einki at heysta.
Og Jesus ferðaðist um allar staðir og bygdir og lærdi í samkomuhúsum teirra og prædikaði gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku. Men táið hann sá mannamúgvuna, tókti honum stórliga synd í teimum, tí at tær vóru illa viðfarnar og vanrøktaðar, rætt sum seyðir, ið ongan hirða hava. Matt 9, 35-36.
Tað er tí ikki nóg mikið at ganga runt undir sólhatti og við bíbliuni í hond og prædika fyri fólki, sum so sáran treingja til likamliga hjálp. Teimum tørvar bæði likamliga og andaliga hjálp. Hetta er endamálið hjá allari kristnari missión. Hinvegin er tað gott við allari hjálp til tey neyðstøddu, sum send verður eisni úr okkara landi. Men hoyra tey ikki Guds orð kunnu tey ikki verða frelst.
Tey seinastu umleið 60 árini hevur Gud sent veking í Etiopia. Ja, kanska tað størstu veking, sum verið hevur í søguni.
Fólk koma til samkomurnar í kirkjunum, á missiónsstøðum og úti í bygdunum. Tey hoyra gleðiboðskapin um Jesus. Summi reisa seg, rætta hendurnar upp og siga at tey vilja vera kristin. Ofta havi eg hugsað um tað, sum stendur í Sálmi 68,32: “Blálond skulu bráddliga rætta hendur til Guds.”
Hetta at tey rætta hendurnar upp er ein vitnisburður um, at tey vilja venda heiðinskapinum bakið og vilja fylgja Jesusi eftir.
Jesus segði: “Tann sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. Jóhs. 6,37
Hesi mugu lærast upp í Guds orði. Her er tað, at tað stendur á.
Akurskurðurin er mikil, men arbeiðsmenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðsfólk at heysta unn skurðin. Matt. 9,37-38.
Eg takki Gudi fyri øll tey ríku ár, sum hann gav mær í tænastuni í Etiopia. Eg takki eisini Kirkjuliga Missiónsfelagið, sum sendi meg til Etiopia og øllum, sum hava biðið fyri mær. Eisini takki eg fyri tey, sum góvu og framvegis geva til arbeiðið, sum hann hevur litið okkum til millum fólkasløgini. Størsta tøkkin fer til Harran, sum kallaði meg og setti meg til tænastu, hóast hann visti alt um meg, áðrenn hann kallaði meg. Enn er so nógv ógjørt. Jesus roknar við, at vit sum fingu boðini fyrst, skulu bera tey víðari til teirra, sum ikki hava fingið innbjóðingina. Hetta er okkara ábyrgd.
Tøkk til Elsu
Nú eru vit komin til endan á hesi frásøgnini hjá Elsu Jacobsen. Røðin gjørdist drúgvari enn roknað varð við at byrja við. Sum frá leið vísti tað seg at vera so nógv tilfar sum mátti við afturat fyri at gera frásøgnina meira fullkomna. Hetta er tilfar sum alt viðvíkir umstøðum og persónum, sum Elsa sjálv hevur kent. Í summum førum er tilfar fingið frá øðrum keldum fyri at gera frásøgnina meira fullfíggjaða.
Afturfyri hava vit so fingið eina sera spennandi og áhugaverda søgu. Dentur hevur verið lagdur á í fyrsta lagi at lýsa tað missiónsvirksemi, sum Elsa hevur verið við í. Í øðrum lagi at geva eina lýsing av Etiopia, landi og fólki og í triðja lagi at lýsa Etiopia undir kommunistiska stýrislagnum.
Alt í alt er hetta ein framúr frásøgn. Elsa hevur lagt dent á, at hon skuldi ikki framhevjast. Tað hevur heldur ikki verið gjørt. Men fyri tað kann sigast, at Elsa hevur verið sera sterk! Hon hevur ikki bakkað fyri nøkrum, sjálvt ikki fyri sjálvum Mengistu Haile Mariam, sum var oddamaður fyri ræðuleikarnar, sum greitt er frá.
Tí er gott, at hendan søgan er niðurskrivað.
________________________________________
Hvat er síðan hent í Etiopia?
Eg flutti heim í 1992. Her skal í stuttum greiðast frá hvussu tað síðan hevur gingist við Etiopia:
Aftur í 1995 varð hungursneyð, sum serliga herjaði í sunnara parti av landinum.
Hetta ár varð eisini samtykt ein nýggj stýrisskipan, sum býtti landið upp millum tey ymisku fólkasløgini við ávísum sjálvstýri. Hetta var ein broyting frá tí eindarstati, sum Etiopia hevði verið, og har amaharar vóru teir leiðandi.
Tað varð eisini hildið val, men tað varð boykottað av parti av andstøðuni. Hetta førdi til hóphandtøkur. Amnesty International stúrdi fyri gongdini við mannarættindum.
Negasso Gidada gjørdist forseti, meðan fráfarandi forsetin Meles Zenawi gjørdist forsætisráðharri. Teir seytjan stjórnarlimirnir skuldu umboða so stóra breidd sum gjørligt av fólkasløgunum í landinum.
Fyrst í 1998 var aftur hungursneyð, sum hótti milliónir. Samstundis vóru tey fátæku hótt av stórum príshækkingum, sum stjórnin ásetti.
Í 2002 avdúkar ein frágreiðing frá UNICEF, at 100-200.000 etiopisk børn liva á gøtuni, har tey verða útnyttað eisini kynsliga við vanda fyri at verða smittað av AIDS, sum eisini ofta er orsøkin til, at foreldrini eru deyð.
Í 2003 er aftur hungursneyð størri enn nakratíð. Hesa ferð eru 12-13 mill fólk heft at matvøruhjálp.
Tað var lítið frægari í 2004, tá ið 7 mill tørvaðu hjálp. Men í summum økjum regnaði kortini so mikið, at kornframleiðslan øktist við 40%.
Valið í 2005 varð vunnið av forsætismálaráðharranum Meles Zenawi. Men hann varð lagdur undir valsvik og tað hildu eygleiðarar frá ES eisini. Hetta førdi til ófrið, har 200 mótmælisfólk vórðu dripin.
Pressufrælsið varð skert. Tað blivu støðugt færri óheft bløð. Blaðfólk vórðu eisini stevnd fyri rættin við ákærum, sum kundu føra til deyðarevsing.
Jólaaftan 2006 gjørdi Etiopia við amerikanskum stuðli innrás í Somalia eftir, at islamiskir dómstólar høvdu tikið valdið. Etiopia hevur júst boðað frá, at tað fer at taka sínar deildir heim aftur fyrst í komandi ári.
Stutt sagt kann sigast, at tað gongur framá í Etiopia, men tað gongur sera spakuliga. Tað allarseinasta, sum frættist nú um dagarnar, var ein verkætlan, har tað varð framleitt gass og harvið orka burturúr mykju. Í tann mun hetta eydnast kann hetta lætta munandi um korini hjá landbúnaðinum.
Um Eritrea kann í stuttum sigast:
Í 1993 varð Eritrea viðurkent sum sjálvstøðugur statur. Uppreistrarleiðarin Esaias Afewerki gjørdist forseti. Hann stýrir landinum einaveldugt við harðari hond.
Val vera ikki hildin. Allir óheftir fjølmiðlar eru bannaðir. Tey sum eru ímóti stjórnini hvørva med alla.
Tað búgva um 5 mill fólk í Eritrea, helvt um helvt muslimar og koptisk kristin. Aðrar kristnar samkomur eru bannaðar, og tey sum ganga ímóti hesum verða forfylgd á grovasta hátt. Slík verða sperrað inni í bingjum undir ræðuligum umstøðum.
Eitt dømi um hetta er gospelsangarinnan Helen Berhane, sum hevur sitið føst i eini bingju í eitt ár. Men Amnesty International tók hana sum samvitskufanga. Nú er hon sloppin leys og er flutt til Danmarkar saman við dóttir síni.
Tað ber til at lesa meira um hana á Google.
Viðurskiftini við Etiopia hava ikki verið nakað serlig. Í 1998 var ein nýggjur bardagi um ein týdningarleysan marknaðarbý.
Eitt eyðkenni fyri Eritrea er eisini, at teir vilja ikki hava menningarhjálp frá øðrum. Serliga ikki um treytir fylgja við.
Men hetta ger ikki støðuna hjá fólkinum betri. Men fólkið livir tó í ein vissan mun upp til orðatakið, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna.
Komandi Miðvika
Í komandi parti koma vit aftur til ættina hjá Skora Pól, sum vit hava umrøtt í røðini Hendur ið Sleptu