12. partur
Á veg í kríggj og deyða
Vit vóru tvær frá missiónsstøðini í Geresse niðri í Dembele og vaksineraðu smábørn og barnakonur. Hesa ferð vóru vit saman við teimum, sum arbeiddu á klinikkini hjá tí almenna. Í Dembele eru tvær bygdir. Tað tekur ein tíma at ganga millum tær.
Vit býttu okkum sundur, so vit fóru í hvør sína bygd. Tískil fingu vit vaksinerað nógv fólk móti difteri, kikhosta, stívkrampa, meslingum og tuberklum.
Ein dagin hoyrdi eg dun av bili og kristiligum sangi. Eg fór út og sá ein lastbil koyra framvið á veg til Arba Minch fullan av syngjandi ungdómi. Tey søgdu mær, at hetta vóru ungir menn, sum vórðu sendir í kríggj móti uppreistrarmonnum norðuri í landinum. Men útlitið fyri hesar ungu menn var ikki gott. Nógvir vóru blaðungir dreingir, sum ikki høvdu nakra sum helst útbúgving ella royndir sum hermenn. Teir skuldu berjast móti royndum uppreistrarmonnum.
Summir av teimum vóru trúgvandi og sungu kristnar sangir. Hinir tóku so undir við niðurlagnum.
Songurin hoyrdist eina løtu, meðan koyrt varð oman brekkuna, men so kámaðist hann burtur.
Nógv vóru tey, ið grótu hendan dagin, tí tey máttu lata menn og synir fara í krígg vitandi av royndum, at fáur ella eingin kom aftur á lívi. Men tað var ikki loyvt at syrgja. Tað var ein æra at geva lívið fyri landið!
Jóhannes og Jákup mundu eisini enda á slagmarkini
Jákup og Jóhannes kundu eins væl eisini fingið hesa lagnu. Teir vóru báðir farnir til Addis Abeba at fáa sær arbeiði. Har komu teir at búgva hjá eini gamlari konu. Teir búðu í einum lítlum tilbygningi til hús hennara.
Tá hendi tað, at hermenn gingu hús úr húsi, har teir vistu, at ungir dreingir hoyrdu heima, at noyða teir í hertænastu. Teir komu inn til hesa konuna og spurdu, um tað ikki búðu tveir dreingir har? Jú, tað kundi hon bara vátta. Men hvar vóru teir? Nei, tað visti hon ikki. Hermenninir fóru so at leita. Teir fóru í hvørt skot og hugdu alla staðni, har nakar kundi hugsast at krógva seg. Men – tað má hava verið einglavernd – teir fóru ikki at leita í tilbygninginum, har dreingirnir vóru.
Teir vaknaðu sjálvir av hundinum í húsinum, sum fór at goyggja, tá ið hermenninir komu á dyr. Teir hoyrdu eisini hjartkiptir, hvussu leitað varð eftir teimum. Men teir kundu bert halda seg kúrrar.
Morgunin eftir sluppu teir sær til rýmingar. Teir høvdu so avgjørt ongan hug til at fara í nakað kríggj. Teir búðu eina tíð hjá prestum í Mekane Yesus kirkjuni, sum vit kendu.
Grøvin vísti talið á dripnum
Jarðarferðarsiðir eru so ymiskir. Í Konso plagdu vit at ganga eftir gøtu, sum gekk gjøgnum ein stóran akur. Kornið vaks høgt báðu megin við. Á akrinum vórðu fólk jarðað. Her kundu vit síggja heidningagravir, sum vóru prýddar við myndum, sum vístu, hvussu nógvar mans hesin maður drap, meðan hann var á lívi. Hesin var hildin at vera ein hetja. Honum hevur tí verið sýndur tann heiður at fáa ein slíkan minnisvarða á grøvina.
Tað er ikki altíð, at tað verður gjørt so nógv burturúr tí sjónliga eftirmælinum sum í hesum førinum. Seinni kom ein kristin kirkjugarður, sum hoyrdi til kirkjuna.
Jól og páskir í Etiopia
Í Etiopia verður tann gregorianski kalendarin brúktur. Tí er neyðugt hjá okkum at hava tveir álmanakkar. Árið byrjar við 1. Meskerem, sum er 11. september. Hesin dagur er lættur at minnast!
Í november hava teir triðja mánaðin, nevndur Hidar, og teirra árstal er átta og eitt hálvt aftaná okkara. Teir eru nú í ári 2001.
Jólini eru 29. Tahisas, sum er fjórði mánaður. Hjá okkum er hetta 7. januar. Um hesa tíðina er turt og sólin skínur uppá tað heitasta.
Tey, sum hoyra til koptisku kirkjuna, halda jól á tann hátt, at farið verður í kirkju út móti midnátt jólaaftan, og verða tey verandi til morgunin eftir. Bæði jól og páskir eru bert ein dag móti tveimum hjá okkum. Eg havi vitjað onkra av teirra kirkjum í Addis Abeba jólanátt.
Tað, sum ein fyrst leggur til merkis, tá ið ein nærkast kirkjuni er, at fólk, sum fara í kirkju, fyrst boyggja seg fyri kirkjuni, og síðan kyssa durastavirnar, áðrenn tey fara inn.
Í fleiri av kirkjunum eru eingir beinkir at sita á, so fólkið situr á gólvinum. Summi práta lágmælt saman, meðan onnur liggja innballað í teppinum hjá sær og sova. Hetta er jú á náttartíð. Gudstænastan er bert liturgisk, og tað er eingin prædika. Nýtt hevur verið eitt deytt mál, Geez, sum bert prestarnir skilja. Nú verður amarinja eisini nýtt. Prestarnir standa fyri altarinum og messa og fara av og á út millum fólkið reiggjandi við roykilsiskerum.
Ungir menn, sum eru diakonar í kirkjuni, ganga eisini runt við bíbliuni og lata fólk kyssa hana.
Tey evangelisku kristnu halda jól á tann hátt, at farið verður í kirkju jólamorgun. Seinni um dagin vitja tey hvønn annan og ynskja gleðilig jól. Tá fæst eisini ein biti.
Tíðliga, áðrenn tað lýsir fyri degi, ganga tey ungu við ljósum í hondunum húsanna millum og syngja jólasálmar. Hetta er ein vakur siður.
Her kann skoytast uppí, at koptiska kirkjan heldur føstu í sjey vikur undan páskum, sum eisini vanliga er eina aðra tíð enn hjá okkum. Tey eta tá einki, sum er av djórum, so sum kjøt, smør, mjólk og egg.
Páskirnar verða so hildnar sum ein matveitsla. Páskanátt um trý tíðina er loyvt at byrja at slakta. Tá verður matgjørt og fólk vitja inn til hvønn annan, og alla staðni verður matur settur á borðið.
Mong oveta seg á páskum, og tað var ikki óvanligt, at fólk tessvegna gjørdust sjúk og komu higar til sjúkrahúsið at fáa hjálp.
Tað er nógv, sum hava tikið sær hendan matsið fyri, sjálvt um tey annars einki hava við kristindóm at gera. Hetta er sum við jólahaldi um okkara leiðir.
Gudstænastur verða hildnar í koptisku kirkjunum páskanátt og út á morgunin.
Ein onnur lagna: Roba fekk lívið aftur
Aftaná eitt møti í eini bygd í Konso kom Doris leiðandi við eini umleið 10 ára gamlari gentu, sum hon hevði borið eyga við millum børnini. Vit fingu at vita, at hon kallaðist Roba, sum merkir regn á konsomáli. Hon sá ógvuliga sjúk út og var eisini klæntraslig. Umframt tyktist høgri armur at vera lammaður, og hon dró høgra bein, tá ið hon gekk. Vit spurdu, hvar hon búi. Hon kundi ikki tala vegna sjúkuna. Tískil gav hon bert ljóð frá sær og peikaði tann vegin, har hon búi.
Hon gav tekin um, at vit skuldu fara við henni, og vit fóru aftaná. Foreldrini komu út, tá ið vit nærkaðust smáttuni. Tey sóu eisini sjúk út. Øll trý komu við á klinikkina. Tað vísti seg, at tey øll høvdu tuberklar umframt, at Roba hevði havt barnalammilsi.
Foreldrini komu til dagliga viðgerð, meðan Roba var innløgd. Hon hevði ongan matarlyst at byrja við. Men sum frá leið fór at ganga framá. Roba var á klinikkina um somu tíð sum Orkaydo, sum fyrr er skrivað um.
Vit royndu eisini at læra hana at tosa, og hon kom at klára seg í tí dagliga. Í 1999 hevði hon hoyrt, at eg skuldi koma á vitjan. Hon var fleiri ferðir komin á missiónsstøðina at spyrja eftir mær. Men tað eydnaðist okkum tíverri ikki at hittast.
Eg havi frætt, at hon er gift og hevur fingið eitt barn. Hetta er sera týdningarmikið at kunna fáa børn, sum kunnu taka sær av einum, sum frá líður. Tað verður mett sum ein vanlukka hjá gentu ikki at blíva gift og ikki at kunna fáa børn.
Fólk kundu ikki skilja, at eg ikki sjálv var gift. Tey hildu, at eg mátti vera rýmd frá manninum!
Negash kom aftur á leiðina
Her er enn ein søga um, hvussu kollveltingin kundi ávirka ein skilamann.
Negash var lærari í skúlanum, sum missiónin rak tey fyrstu árini, eg var í Konso. Kona hansara æt Birke. Dámlig fólk bæði tvey. Tey fingu fleiri børn, sum fingu útbúgving og álitisstørv ymsa staðni í landinum.
Eg minnist serliga tey elstu Alemayehu, Aweke og Girma og gentuna Amharec. Tey spældu saman við íslendsku børnunum í Konso. Íslendingar høvdu ábyrgdina av missiónsstøðini í Konso, tey 10 árini eg var har.
Síðan fingu tey ein drong, sum tey kallaðu Belete. Tá ið hann var fimm ár, datt hann eftir høvdinum niður á eitt sementgólv og fekk heilaskaða. Vit sendu hann til sjúkrahúsið í Addis Abeba. Men har var eingin hjálp at fáa. Belete bleiv brekaður. Hann kundi ikki siga eitt orð ella eta sjálvur. Hann gekk ofta beint fram uttan at ansa sær, so hann var strævin at hava heima. Møguleikar fyri at sleppa á stovn vóru eingir. Tey vóru so serliga góð við hann. Tað er als ikki vist, at tey høvdu latið hann farið á stovn, um tey høvdu møguleikan. Eg kom at verða nær knýtt til teirra vegna sjúka sonin.
Tá er tað, at kommunisman kemur við hennara ágangi móti kristindóminum.
Nógv kristin vóru ávirkað av hesum. Millum hesi var tíverri Negash. Hann var ein evnaríkur maður. Eina tíð fekk hann leiðandi starv á høvuðsskrivstouni hjá flokkinum í Konso. Seinni var hann eitt skifti umsjónarmaður við sjúkrahúsið í Arba Minch.
Fongslaður fyri “skeiv” kommunistisk sjónarmið
Eg var heima í Føroyum, og tá ið eg kom aftur, fór eg til Arba Minch at arbeiða. Her frætti eg, at Negash var fongslaður av politiskum orsøkum. Hann var eftir øllum at døma vikin frá “røttu” politisku læruni. Eg vitjaði konuna Birke. Belete var nú vaksin, men annars var støða hansara tann sama. Her vóru fleiri bilar enn í Konso. Tí hevði mamman meira ampa av honum nú.
Eg vitjaði onkuntíð Negash í fongslinum í Arba Minch. Her vóru viðurskiftini alt annað enn góð. Møguleikarnir fyri at samtala vóru lítlir og eingir. Úti í fongsulsgarðinum stóð eitt ógvuliga breitt og høgt borð. Tað rakk næstan upp undir høkuna á mær. Vit skuldu so standa hvør síni megin borðið og tosa saman. Eg fekk í hvussu er sagt: “Negash, tú veitst vegin. Vit biðja fyri tær.“ Hann takkaði fyri, at eg var komin. Hann sat framvegis í fongsli, tá ið eg fór heim aftur til Føroya í 1992.
Í 1999 var eg aftur í Etiopia og ferðaðist. Tá var Negash sloppin úr fongslinum nøkur ár frammanundan.
Eg hitti hann á missiónsstøðini í Gidole, har hann nú var stjóri á sjúkrahúsinum. Tað var kensluborið at hitta hann aftur. Hann var nú komin inn aftur á vegin og átti lívið í Gudi. Hann segði, at tann besta tíðin í lívinum var, tá ið vit øll vóru saman á missiónsstøðini í Konso. “Eg lat meg tøla av øllum hesum nýggja, sum sá so lokkandi út og kastaði trúnna fyri borð. Hvat fekk eg so fyri alt hetta, sum eg vavdi meg uppí? Einki uttan vónbrot.” Hann segði mær annars, at Belete var deyður, gott tredivu ára gamal.
Hini børnini vóru væl framkomin. Amharech var lærari. Alemayehu var flogskipari. Aweke og Girma høvdu eisini høga útbúgving.
Birke búði tá í Addis Abeba saman við yngstu børnunum. Negash ferðaðist ímillum. Tíverri hitti eg ikki Birke tá.
Ófriðurin breiðir seg
Vit eru komin til marts 1991. Vit høvdu tað gott her í Arba Minch, hóast ófriður var ymsa staðni í landinum. Støðan í landinum var ikki góð. Hópur av ungum fólki varð sent í bardagan. Hungursneyðin norðuri í landinum stóð við, og summa staðni her suðuri minkaði maturin eisini.
Regntíðin skuldi av røttum byrja í februar, men enn hevði lítið regn verið.
Eitt ringt slag av malaria hevði gingið, so sjúkrahúsið var yvirfylt. Hetta slagið av malaria setir seg á heilan, sum er eitt tann ringasta slag av malaria. Summi komu ov seint til viðgerð. Tey flestu fingu tó hjálp.
Tað regnaði eitt sindur tveir dagar seinast í marts. Vit vónaðu, at regnið fór at koma nú.
Ein sjúkrasystir úr Konso var á vitjan. Har var støðan alt annað enn góð. Eini 60 børn lógu uttanfyri klinikkina, sjúk og illa í holdum. Tey høvdu býtt út mat í seinastuni, men nú var einki eftir at býta út. Hon kom higar til Arba Minch fyri at tala við myndugleikarnar um støðuna í Konso. Hon segði, at fingu tey ikki hjálp skjótt, fór at verða illa vorðið.
Uppreisturin í Eritrea
Ein partur av søguni um Etiopia snýr seg um Eritrea. Hetta lítla landið liggur úti ímóti Reyða Havinum. Tað hevur í mong ár verið ein partur av Etiopia, og var eisini einasta samband, sum Etiopia hevði við havið.
Í 1952 fekk Eritrea støðu sum ein sjálvstýrandi landspartur í Etiopia. Men í 1962 verður hetta sjálvstýrið afturtikið. Hetta førdi til ein 30 ára frælsisbardaga. Tann 24. mai 1991 høvdu uppreistrarmenninir fingið fult vald á Eritrea.
Óteljandi vóru tey, sum lótu lív í hesum stríðnum í Eritrea øll hesi árini. Nógvar einkjur og faðirleys vóru hjá báðum pørtum.
Tað gongur afturá við kollveltingini
Eitt stýri, sum hetta, kundi ikki annað enn fáa ein bráan enda. Terrorvirksemið gjørdi sjálvsagt sítt. Nógv merktu hetta, og hetta skapti eisini mótstøðu í fólkinum. Tað vóru nógv føgur orð frá byrjan av um, hvussu alt skuldi umskipast til tað besta til gagns fyri fólkið.
Men tað var skjótt, at meginparturin av fólkinum bert kundi ásanna, at batar vóru eingir. Var tað nakað, var tað hinvegin.
Upploysingin av Sovjet steðgði bæði hernaðarligu og búskaparligu hjálpini til landið.
Í 1987 fer rættuliga at ganga framá hjá uppreistarherinum í Eritrea. Í desember taka teir býin Af Abed og 18.000 etiopiskar hermenn til fanga saman við einum hernaðarleiðara og trimum sovjetiskum ráðgevarum.
Samstundis tók frælsisfylkingin í Tigray, sum er grannalandspartur til Eritrea, týdningarmiklar býir sum Wukro, sum var miðstøð fyri hjálpina til tey hungrandi.
Hesar báðar rørslur komu tískil at stríðast í felag móti stjórnini.
Í 1989 var tað um reppi, at tað ikki varð framt eitt kvett. Men tað eydnaðist tá Mengistu at forða fyri hesum.
Seinast í 1980-unum fór 60% av fíggjarlógini til hernaðarútreiðslur, og landbúnaðarframleiðslan var minkandi. Hetta gjørdi ikki støðuna hjá fólkinum mætari.
Amerikanski forsetin Jimmy Carter tók stig til at fáa samráðingar millum partarnar. Uppskot var eisini um eina fólkaatkvøðu um framtíðina hjá Etiopia, men hetta varð avvíst av Mengistu.
Etiopia nærkaðist Ísrael. Mengistu var áhugaður fyri hernaðarhjálp frá Tel Aviv móti at loyva 17.000 etiopiskum jødum at fara til Ísrael.
Í Eritrea og Tigray versnaði støðan hjá milliónum av menniskjum, eftir at turkur hevði minkað kornskurðin við nærum 80%.
Bøðilin Mengistu rýmir av landinum
Orsakað av broytingunum í kommunistiska heiminum í 1990 avgjørdi stjórnarflokkurin at broyta navn til Demokratiski Flokkurin fyri eind Etiopiu.
Uttan at uppgeva einarættin til valdið, slepti flokkurin marxist-leninismuna og heitti á allar etioparar um at koma uppí flokkin, eisini limir í andstøðuni.
Stjórnin avgjørdi eisini at seta í verk blandingsbúskap við statsdrivnum virkjum, samvinnuvirkjum og privatum virksemi. Hetta var ikki nóg mikið til at kyrra fólkið.
Tað gekk støðugt eftir hæli hjá stjórnarherinum, hóast hann var nógv størri enn uppreistarherarnir. Tað var greitt, at kommunistatíðin nærkaðist endanum, men eingin hevði roknað við, at tað skuldi fara at ganga so skjótt.
So frættist tann 21. mai 1991, at Mengistu var flýggjaður til Zimbabwe. Hesin dagur er nú tjóðardagur í Etiopia.
Tann 400.000 mans stóri herurin fór í upploysn. Hetta var byrjanin til rættuligan ruðuleika, tí eingin hevði longur kommandoina yvir hermonnunum. Uppreistrarherurin kom við stórari ferð móti Addis Abeba, og 23. mai vóru teir bert 20-30 km uttanfyri býin. Tá sá tað út, sum um teir steðgaðu á. Tað ljóðaði, at amerikanarar løgdu trýst á uppreistrarmenninar at fáa teir at steðga, til samráðingar høvdu verið millum stjórnina og uppreistrarmenninar tann 27. mai.
Hóast amerikanskar áheitanir nærkaðust uppreistarmenninir Addis Abeba. Nógvir heryvirmenn og stjórnarfólk flýggjaðu suðuryvir.
Vaktarhaldið hjá kommunistisku stjórnini við eftirlitsstøðirnar varð skerpað. Flýggjandi hermenn vóru avrættaðir. Hesa lagnu fekk enntá ein generalur. Tað vóru heryvirmenn, sum vórðu tiknir við 100.000 dollarum í lummanum.
Stóra standmyndin av Lenin í Addis Abeba varð koppað og smildrað í smápetti. Fólk vóru so uppøst inn á kommunistarnar, at fólk løgdust enntá á fundamentið við sleggjum.
Kommunisman syngur sítt seinasta vers
Støðan var álvarsom. Mótstøðumenninir hjá kommunistisku stjórnini stóðu rundan um høvuðsstaðin varð sagt.
Hann, sum ráddi fyri borgum, rýmdi av landinum. Fólk vóru spent at vita, hvat nú fór at henda.
Fleiri ferðir var fólkinum álagt gjøgnum útvarpið at koma saman í kirkjum og samkomum til bønarhald fyri støðuni í landinum.
Neyðin var stór. Tað var stór hungursneyð víða hvar í landinum. Í krígsøkinum var torført og ofta ógjørligt at koma teimum neyðstøddu til hjálpar við mati, klæðum og heilivági. Tí doyðu nógv í hungri ella av sjúku.
Uppreistarmenninir opnaðu allar vápnagoymslur. Øll fingu sær skotvápn, byrsur og lóður. Tey brúktu tað, sum tey vildu.
Hesa tíðina var eg á sjúkrahúsinum á Arba Minch. Eg minnist hendan avgerandi dagin. Vit lurtaðu í útvarpinum. Hetta var sera spennandi, tí teir nærkaðust meira og meira Addis Abeba. Eg var yvirsjúkrasystir og var einsamøll eftir á sjúkrahúsinum. Øll hini starvsfólkini vóru rýmd. Tey vóru farin heim at verja síni egnu heim. Tað var einki at siga til tað í hesum ruðuleikanum. Har lógu sjúklingarnir og trongdu til hjálp. Eingin var at arbeiða. So kom ein genta. Hon spurdi, um hon ikki kundi fáa frí av hesi orsøk. Eg spurdi hana, um hon ikki kundi koma at vera náttarvakt, so skuldu vit báðar sita uppi hjá sjúklingunum hesa náttina. At enda fekk eg yvirtala hana til tað. Tá ið tað byrjaði at myrkna, fór at skjóta í býnum. Skotini komu nærri og nærri, men eg havi ongantíð følt meg tryggari. Eg føldi, at eg var í Guds hondum. Men henda gentan var bebbarædd og var ikki til nakra hjálp. Hon segði, at teir koma, og teir skjóta meg. Eg segði, at henni nýttist ikki at vera í hvítum kitli. Hon kundi fara í síni gerandisklæði. Hetta hjálpti eitt sindur, men framvegis gekk hon og smágræt. Tað endaði við, at eg bað hana fara inn í eitt rúm at leggja seg. Eg gekk so einsamøll runt á stovurnar, og so fór tað at oysregna. Ljósið fór, og tað var bølamyrkt. Stovurnar vóru stórar. Ein var til 24 sjúklingar og ein til 16 sjúklingar umframt aðrar smærri stovur.
Eg setti kertuljós so nógva staðni, sum tað var møguligt, so vit ikki vóru púra óhjálpin. Eg royndi at ugga sjúklingarnar og segði, at vit vóru í Guds hondum, og hann skuldi varðveita okkum. Skotini hildu áfram til móti morgni. Onkur segði mær, at teir høvdu ætlað at koma til okkara, men hetta hevur so verið slept. Hvussu var og ikki, tá tað var avhasað funnu vit eina kúlu, sum var komin niður gjøgnum takið og beint við songini hjá einum sjúklingi.
Teir hava so verið nær, og vit hava verið í vandaøki, men eg ivist ikki í, at Gud hevur sett einglavakt um okkum, sum vit annars høvdu aðrar royndir við.
Tað sum síðan hendi
Eftir at Mengistu rýmdi, tók varaforsetin Tesfaye Gabre Kidane við.
Hann varð roknaður fyri at vera ein av teimum meira hógligu. Hann skipaði eina fyribilsstjórn, sum skuldi samráðast um vápnahvíld við uppreistrarmenninar í Eritrea.
Stjórnin luttók í samráðingingum við uppreistarbólkarnar í London undir norðuramerikanskari leiðslu. Endamálið var ein avtala sum kundi forða borgarakríggi.
Seinast í mai legði Tesafaye Gabre Kidane frá sær, samstundis sum uppreistarherurin tók valdið í Addis Abeba.
Tann 36 ára gamli leiðarin Meles Zenawi gjørdist fyribils forseti, inntil tað kundi haldast ein fleirflokka ráðstevna um framtíðina hjá landinum.
Hann lovaði samstundis at fáa steðgað borgarakrígnum og at fáa enda á hungursneyðini.
Tríggjar mánaðir seinni varð tingið aftur virkið, og ein nýggj stýrisskipan varð samtykt. Meles Zenawi pliktaði seg at skipa fyri nývali innan eitt ár.
Samstundis lovaði forsetin at halda tær fíggjarligu skyldur undanfarna stjórnin hevði tikið á seg.
Eisini vildi hann virða viljan hjá fólkinum í Eritrea. Stutt eftir var fólkaatkvøða, sum váttaði viljan hjá fólkinum til sjálvstøðu.
Útrokningar vístu, at ein millión etioparar vóru svøltaðir í hel undanfarnu 20 árini. Ein onnur millión hevði verið noydd at rýma til grannalondini.
Fyribilsstjórnin bant seg til at seta í verk marknaðarbúskap, at stuðla landbúnaðarframleiðsluna og at minka um fátækradømið innan fyri karmarnar av eini 5 ára ætlan, sum var samskipað av ST felagsskapum og heimsbankanum.
Komandi partur
Í komandi og seinasta part í hesi røð verður greidd frá Taddewos. Hann mundi blivið offur fyri gudjimenn, sum mugu drepa mann ella leyvu fyri at kunna roknast fyri at vera rættur maður og
kunna giftast