Elsa letur handil upp í Svøríki

Føroyski sniðgevin hevur í dag latið upp egnan handil í Malmø

Seinnapartin í dag lat handilin elsabech upp í Malmø. Tað er føroyska Elsa Bech, sum er útbúgvin klædnasniðgevi og hevur egið merki, ið eigur og rekur handilin.

 

 

Elsa Bech, ið er úr Havn, byrjaði fyri nøkrum árum síðani við at gera turrikløð og annað tilhoyr. Síðani er virksemi vaksið, og í dag gongur væl við at selja egna klædnamerkið, ið nevnist elsabech.

 

 

Saman við manni sínum býr Elsa Bech í Malmø, og seinnapartin í dag hevði nýggi handil hennara opið fyri fyrstu ferð.

 

 

Handilin liggur á Davidshall Torg, sum er á Kockumsgatan í Malmø.