- Við øllum, sum starvast her og sum taka eina hond í við okkum, hevur bakaríið eini 50 fólk á lønarlista, sigur stjórin, Elsba Jónsdóttir Lervig. Mynd: Álvur Haraldsen.

Elsba á odda fyri Amarant í Klaksvík

- Eg havi altíð havt áhuga fyri bakstri, men eg havi ongantíð áður arbeitt á bakaríi, sigur stjórin í Amarant í Klaksvík.

 

- Við øllum, sum starvast her og sum taka eina hond í við okkum, hevur bakaríið eini 50 fólk á lønarlista, sigur stjórin, Elsba Jónsdóttir Lervig. Mynd: Álvur Haraldsen.

Í 2017 fekk Bakaríið hjá Jórun í Klaksvík nýggjan eigara, og nú er tað felagið, Christian í Grótinum, sum eigur virksemið. 

Hin 1. desember í 2018 skifti bakaríið eisini navn, og seinastu trý árini hevur navnið verið Amarant. 

Tað er Elsba Jónsdóttir Lervig, sum er stjóri í Amarant, og framleiðsluleiðari er Anna Kristina Samson.

- Eg havi altíð havt áhuga fyri bakstri, men eg havi ongantíð áður arbeitt á bakaríi. Anna Kristina, sum er útbúgvin bakari, hevur hinvegin arbeitt á bakarínum í fleiri ár.

 

Tað sigur unga og fryntliga kvinnan, sum stendur á odda fyri Amarant í Klaksvík.

 

Í VikuskiftisSosialinum er serblað um føroyska framleiðslu, og her er eitt nú ein samrøða við Elsbu Jónsdóttir Lervig. 

 

Amarant hevur fýra bakarar, tveir útlærdar kondittarar, tveir kondittaralærlingar, og síðan eru nøkur hjálparfólk.

 

- Umframt tey føstu, sum arbeiða her, hava vit eisini fleiri skúlanæmingar, bæði fólkaskúlanæmingar og miðnámsskúlanæningar, sum hjálpa okkum. Við øllum, sum starvast her og sum taka eina hond í við okkum, hevur bakaríið eini 50 fólk á lønarlista, sigur stjórin.  

 

Bakaríið og tær umstøður, sum bakaríið hevur við sitiplássum til umleið 90 fólk, hevur Amarant stóran týdning fyri Klaksvíkina - við tí bakstri, sum fyritøkan bjóðar og teimum tænastum, sum Amarant veitir.

 

Lesið forvitnisligu samrøðuna við Elsbu Jónsdóttir Lervig í VikuskiftisSosialinum.

 

- Við øllum, sum starvast her og sum taka eina hond í við okkum, hevur bakaríið eini 50 fólk á lønarlista, sigur stjórin, Elsba Jónsdóttir Lervig. Mynd: Álvur Haraldsen.