Else starvaðist heili 30 ár á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, áður Statshospitalinum, sum byrjaði sítt slóðbrótandi verk fyri sinnisveik seinast í seksti- og fyrst í sjeytiárunum.
Og ikki hevur Else tað frá fremmandum, hetta tað skapandi og linnandi virksemið fyri likam og sál.
Hon vaks upp á Frederiksberg í Keypmannahavn. Mamman er víða kend, virkin og mikið heiðrað innan fimleikapedagogikk, setti í tí sambandi á stovn sín egna lærustovn, læt úr hondum mangar fakbókmentir og veitti frálæru gjøgnum fjølmiðlar.
Pápin var starvsliga eisini virkin innan fimleikin, var annars listafólk og prýddi sum so mangar bøkur. Else er elst av 5 systkjum. Systirin er jarðarmóðir, og teir tríggir brøðurnir arkitektur, bóndi og musikari, og yvirhøvur tykist tónleikur at hava verið nógv frammi í ættini hjá Elsu, hóast eg ikki veit Elsu sjálva hava útfoldað seg akkurát innan tað.
Men afturfyri hevur hon so átt handalag og tey í so máta skapandi evnini umframt eitt spaklynt, fjálgt og vinnandi háttalag, sum hevur kunna dugnað so mongum av teimum allarveikastu í okkara samfelag.
Hon nam sær nevniliga yrkisútbúgving sum ergoterapeutur á sjúkrahúsinum í Glostrup, giftist móti ársenda í 1961 við Sólbirni Jacobsen úr Fuglafirði, og fluttu tey saman til Føroya í 1968, har maðurin gjørdist telefonverksstjóri, samstundis sum Else fekk arbeiði sum ergoterapeutur á tí tá lidna Statshospitalinum, seinni psykiatrisku deild.
Maðurin, Sólbjørn, er eisini úr góðum bergi brotin, sonur Edward skipara á m.ø. Boðasteini, sum vit kenna úr flagg- og skipasøgu okkara. Teir, sum staddir millum lond við krígsbyrjan á Norðurhøvum lótu føroyskt flagg evna til úr einum mjølsekki, vundu tað á stong og annars brúktu hetta heimagjørda merki í mong ár á sjónum.
Else og Sólbjørn fluttu sum nevnt til Føroya í 1968 og bygdu sær eitt vala heim í Dr. Dahlsgøtu úti í Sandagerði, har mangur man hava sitið væl hjá hesum vinsælu og hugnaligu hjúnum, Sólbjørn, hugfarsligur, matglaður og góður kokkur, og Else, sum við sínum spaklynta, flógva humori, ídni og ordanssansi hevur viðvirkað so væl til innanhýsis hugnan.
Else og Sólbjørn fingu børnini Lars, sum er maskinmeistaraútbúgvin og í starvi hjá kendu motorverksmiðjuni BW/Man í Keypmannahavn, Gunnvá, sum er útbúgvin bromatologur (matvøruverkfrøðingur), og at enda er tað so Lisbeth, sum er talupedagogur og í løtuni arbeiðir á Sernámsdeplinum og í Stuðulsfólkaskipanini.
Ommubørnini eru umsíðir vorðin 6 í tali, og nú Else sær sjálvari lík lítillátin og familjukær hevur valt at vera burturstødd føðingardagin, so er tað tí at sonurin um hetta sama mundið fyllir 40, umframt at hon væntar at kunna taka ímóti enn einum ommubarni.
Else fór frá fyri aldur ár 2000, men hevur fyri tað als ikki lagt virkisárarnar inn. Familjukær sum tey eru, hava tey fingið betri stundir og høvi til at vera um hvønn annan ,børnini og ikki minst barnabørnini, eins og tey hava eitt virkið frítíðarlív. Sólbjørn við sínum kæra báti og øðrum áhugamálum og Else, ja hon hevur als ikki slept sínum fakliga yrki, men drívur alsamt á at lata úr hondum dygdararbeiði innan handarbeiði, verið tað seg innan myndavevnað ella at binda fyri Heimavirkið. Men henni átøkt so ger hon framvegis lítið burtur úr sær sjálvari, sýnir ikki fram síni handaligu avrik alment.
Í fríløtum gongur hon annars nógv á fjøllunum, er sera virkin limur í Fuglafrøðingafelagnum og Gongufelagnum og man ivaleyst vera tann upprunadani í Føroyum, sum í verki er mest kunnig við føroysku náttúruna, eins og hon javnan fær hugskot úr sínum náttúruupplivingum til síni listarligu avrik. Hon er eisini røsk at lesa, og mær er sagt, at tá hon og Sólbjørn á sinni skuldu á eina ísraelsferð, lósu tey sum fyrireiking bíbliuna umaftur á tamb væl og virðiliga umframt nógv annað lestrartilfar viðkomandi fyri ferðina.
Góða Elsa, fari, hóast tú í tínum spakføri og lítillætni helst hevði viljað verið hesa lítisverdu heilsan fyri uttan, at takka tær fyri øll tey mongu starvsárini saman við tær úti á Statshospitalinum, núverandi psykiatrisku deild, og fari at takka tær fyri tín spaklynta, men holla og flógva máta at vera uppá, títt treytaleysa samhaldsfesti og saman við Kirstini, starvsfelaga, tína umfevnandi umsorgan fyri teimum allarveikastu og mest einsamøllu í viðgerðarhópinum og í so máta tína sunnu fornuft og tol at lurta.
Árini eru umsíðir vorðin mong og nú tynnist av álvara ímillum pionérarnar á psykiatrisku deild, har tú so avgjørt átti tín leiklut. Eftir eru bert Kirstin, samstarvsfelagi tín øll tíni ár, og nakrar fáar sjúkrasystrar, sum eisini skjótt falla fyri aldur.
Takk fyri títt íkast til vala verk og eitt gott og viðkomandi arbeiðslív saman við ynski um eitt framhaldandi virki og eydnusamt otium saman við tínum og vónandi okkum mongu tykkara vinum við.
EyJo