Elsebeth Mercedis: Tekur ikki undir við formansskapinum

– Eg haldi, at tá ið man hevur biðið ein óvildigan arbeiðsbólk við fakfólki gera eitt uppskot til lønarviðurskifti hjá tingsfólki, so eiga vit at fyrihalda okkum til tað

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna Fólkafloksins, sum eisini er partur av formansskapinum, men sum ikki er saman við hinum trimum í formansskapinum um at leggja uppskotið um at taka av tænastumannapensjónina hjá tingfólki.

– Mín meining er, at tá ið man hevur biðið ein óvildigan arbeiðsbólk við fakfólki (løgfrøðingar, grannskoðarar) gera eitt uppskot til lønarviðurskiftini hjá løgtingsfólki, so eiga vit at fyrihalda okkum til tað og leggja tilmælið fram, sum tað er, ella slettis leggja tað fram, sigur hon.

– Tú skal fyrihalda teg til, at hetta er eitt konsept, so meti eg ikki, at vit sjálvi í formansskapinum skulu gera broytingar í uppskotinum ella tilmælinum fyri síðani at leggja tað fram. Tað eigur løgtingið at taka støðu til og ikki vit í formansskapinum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Hon sigur víðari, at vit skulu hava í huga, at tað eru politikarar sjálvir, sum lóggeva um sína egnu løn.

– Og er tað tí, at man biður eina óvildiga nevnd koma við einum uppskoti. Og so átti mann fyrihildið seg til tað, ella biðið tey komið við einum nýggjum tilmæli. Tað er ein óskikkur, at løgtingsfólk sjálvi skulu áseta sína egnu løn, men soleiðis er tað nú. Og tá ein arbeiðsbólkur er komin við einum tilmæli, so eigur mann at fyrihalda seg til tað ella biðja tey um at koma við einum nýggjum tilmæli, sigur hon.

– Hvat skal broytast havi eg sum so ikki so nógvar viðmerkingar til, men tá tað so er sagt, so meti eg , at pensjónin, sum hevur verið so nógv umtalað, at hon verður broytt til tað sama, sum hjá landsstýrisfólki, meti eg er í lagi.

Fleiri viðmerkingar hevur hon ikki til málið í løtuni.