Elsta ringmerkta kráka, ið vit higartil hava kent til, var í Schweiz. Hon var ringmerkt, og ringurin avlisin 19 ár og tveir mánaðir eftir, at hann varð settur á hana. Nú hevur Náttúrugripasavnið avlisið ringin á einari kráku í Føroyum, sum var settur á hana 19 ár og 11 mánaðir áðrenn.
Tann 2. juni 1992 gingu Jens-Kjeld Jensen og Erik Mortensen runt um Toftavatn. Teir funnu eitt krákureiður við fýra ungum. Tað løgna var, at reiðrið var mitt á vøllinum, ikki langt frá einum spógvareiðri. Teir ringmerktu hesar fýra kráku ungarnar, og ein av teimum fekk ring nr. 4234602.
Síðst í apríl í ár bleiv henda sama kráka funnin deyð við Rituvík. Hetta eru einans tríggjar kilometrar frá staðnum, har hon bleiv merkt sum ungi fyri næstan 20 árum síðan.