Í umleið 70 av teimum 100 árunum, Havnar Fimleikafelag hevur verið til, hevur Hákun Mortensen verið limur í felagnum.
– Tað er hopileyst at siga. Áramálið dugi eg ikki at siga, men vit hava gjørt hetta slagið av fimleiki í 30 ár, tvey kvøld um vikuna. Men nær eg byrjaði at gera fimleik, tað dugi eg ikki at siga. Eg havi altíð gjørt fimleik, sigur Hákun Mortensen
Til hátíðarløtuna í gjár vóru fleiri hundrað fólk í øllum aldri, tey yngru hevur Hákun eisini eina meining um.
– Eg haldi bara tað, at tað sum ofta er galið í skúlunum er at tey gera ov lítið av fimleiki. Tey spæla mest bólt. Tey hava nógvar góðar hallir, men tað verður ov nógv spælt, heldur eldri fimleikarin.
Er væl fyri
Til upphitingin klokkan 17 á ovara vøllin í Gundadali smíltist Hákun Mortensen saman við øllum hinum.
– Fólk smílast, tí tey eru væl fyri. Eg eri ein maður, sum arbeiðir um dagin og geri fimleik um kvøldið, og tað er fínar greiðir. Tað skuldu øll byrjað uppá, heldur Hákun.
Hann sigur eisini, at tey bestu tingini við fimleikinum er venjingin, samanhaldið og veitslurnar.
Eitt afturat
Hóast Hákun Mortensen er 78 ára gamal, so er hann sannførdur um, at hann tekur minst eitt ár afturat í fimleiki.
– Eg taki eitt afturat, og tað havi eg sagt í fleiri ár, sigur hann.
Og leggur afturat, at hann ikki kemur burturúr fimleikinum saman við eini 20 øðrum eldri monnum.