Tvøroyrar kommuna hevu sett Elsu Jacobsen í tíðaravmarkað verkætlanarstarv sum samskipari av kunningarstovuni á Tvøroyri.
Elsa Jacobsen hevur royndir innan ferðavinnu frá sínum undanfarna starvi á 62N, har hon hevur lært innan fyrisiting og ferðavinnu á incoming deildini hjá 62N.
- Tvøroyrar kommuna ynskir Elsu Jacobsen vælkomna í starv, siga tey á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu í dag.