EM-fagnaðurin er stórur í Ungarn

(EM 2016 - ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðu við Andras Gango um B68-Skála, og um avrikið hjá Ungarn í EM-endaspælinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu Rás2 hevur gjørt við Andras Gango, ungarskan málverja hjá Skála um tveir ymiskar tættir.

 

Tann fyrri tátturin er um dystin B68-Skála 1-1 (1-0), har Andras Gango kann fegnast um, at úrslitini lagaðu seg við tapinum hjá AB, men hann heldur, at Skála hevði møguleikarnir, sum skuldu til fyri at vinna dystin.

 

Seinni og drúgvari tátturin er um avrikini hjá heimlandinum hjá Andrasi, Ungarn í EM-endaspælinum. Andras Gango heldur, at Ungarn hevur yvirraskað alt og øll, eisini fólkini heima í Ungarn við sínum góða spæli, og hóast Portugal er favorittur til dystin mikudagin klokkan 17, so hevur Andras Gango góðar vónir um, at Ungarn aftur kann fáa stig, og vinna bólk F í EM-endaspælinum.

 

Andras Gango heldur eisini, at tað kann henda seg, at fleiri ungarsk miðlafólk og ungarskir fjepparar koma til Føroya, tá Føroyar og Ungarn skulu spæla HM undankappingardyst á Tórsvølli 7. september.