Tey flestu høvdu helst roknað við, at føroyska liðið er yngsta liðið í EM-kappingini í Týsklandi. Men so er ikki. Georgia hevur nevnliga eitt sera ungt lið. Meðalaldurin á georgiska liðnum er 24,4 ár, meðan miðalaldurin á føroyska liðnum er 24,5 ár. Danmark hevur elsta EM-hópin, sum hevur ein miðalaldur á 29,6 ár.
Bert tveir spælarar á føroyska liðnum eru omanfyri 30 ár. Teir eru Peter Krogh og Nicholas Satchwell. Georgia hevur ongan spælara omanfyri 30 ár á liðnum, men øll hini hava fleri enn tveir og í Serbiska hópinum eru heili níggju spælarar, ið eru omanfyri 30 ár.
Samanlagt eru bert 21 spælarar í kappingini, sum eru 20 ár ella yngri. Tríggir av hesum eru í føroyska hópinum: Óli Mittún, Rói Ellefsen á Skipagøtu og Ísak Vedelsbøl.
Elsti leikarin í kappingini er hálvi tvøramaðurin, Hans Óttar Lindberg úr Danmark, sum er 42 ár. Yngsti leikarin á danska liðnum er 23 ár. Tveir 18 ára gamlir leikarar eru við í EM-kappingini. Teir eru Óli Mittún úr Føroyum og Francisco Costa úr Portugal. Francisco er føddur 16. februar í 2005 og Óli er føddur 10. juni í 2005, so Óli Mittún er væl og virðiliga yngsti leikarin í kappingini.
Okkara mótstøðulið í innleiðandi bólki D, serliga Noreg og Slovenia, hava ein væl hægri miðalaldur enn Føroyar.
Land |
Miðalaldur |
Tal av spælarum yvir 30 ár |
Tal av spælarum 20 ár ella yngri |
Danmark |
29,6 |
7 |
0 |
Spania |
29,3 |
7 |
0 |
Slovenia |
28,8 |
8 |
0 |
Noreg |
28,7 |
9 |
0 |
Frakland |
28,7 |
7 |
0 |
Serbia |
28,6 |
9 |
0 |
Svøríki |
28,6 |
7 |
0 |
Eysturríki |
28,1 |
4 |
1 |
Montenegro |
27,4 |
8 |
0 |
Rumenia |
27,4 |
5 |
1 |
Bosnia og Hersegovina |
27,1 |
7 |
1 |
Kroatia |
27,1 |
6 |
0 |
Ungarn |
26,6 |
7 |
1 |
Ísland |
26,5 |
4 |
0 |
Sveis |
26,4 |
4 |
2 |
Týskland |
26,2 |
5 |
1 |
Grikkaland |
26,1 |
4 |
2 |
Niðurlond |
26,1 |
5 |
1 |
Póland |
25,9 |
3 |
0 |
Norðurmakedonia |
25,8 |
4 |
2 |
Kekkia |
25,3 |
4 |
0 |
Portugal |
25,3 |
4 |
3 |
Føroyar |
24,5 |
2 |
3 |
Georgia |
24,4 |
0 |
3 |
Samanlagt |
27,0 |
130 |
21 |