Harry Maguire sleppur ikki við Onglandi til EM-endaspælið

Gareth Southgate hevur vrakað nøkur stór nøvn

Enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate hevur kunngjørt hvørjir teir 26 leikararnir vera, ið skulu manna enska hópin til EM-endaspælið í Týsklandi, har Ongland er í innleiðandi bólki saman við Serbia, Danmark og Slovenia.

 

Harry Maguire, Jack Grealish, James Maddison og Curtis Jones eru millum teir sum eru vrakaði, og serliga Harry Maguire er vónbrotin: - Eg eri sera vónbrotin um ikki at vera valdur út at spæla fyri Ongland til EM-endaspælið í summar. Hóast mínar bestu royndir, so havi eg ikki megnað at yvirvunnið skaðan eg havi í tjúkkanum. Kanska eg havi koyrt meg sjálvan ov nógv fyri at kunna vera við til EM. Fyri at siga tað sum tað er: eg eri knústur. At spæla fyri Ongland er fyri meg tann fremsti heiðurin. Tað hevur alt at siga fyri meg. Um eg ikki kann hjálpa liðnum sum ein leikari, so fari eg at stuðla liðnum sum ein fjeppari - saman við restini av landinum. Syrgið fyri at vinna EM dreingir. Næst fyri er, at eg seti meg í samband við læknaliðið hjá Manchester United fyri at gera meg til reiðar til komandi kappingarár. Skrivar Harry Maguire á X - fyrrverandi Twitter.

 

EM-hópurin hjá Onglandi: 

 

Málverjar: Dean Henderson (Crystal Palace), Jordan Pickford (Everton), Aaron Ramsdale (Arsenal).

 

Verjuleikarar: Lewis Dunk (Brighton), Joe Gómez (Liverpool), Marc Guehi (Crystal Palace), Ezri Konsa (Aston Villa), Luke Shaw (Manchester United), John Stones (Manchester City), Kieran Trippier (Newcastle), Kyle Walker (Manchester City).

 

Miðvallarar: Trent Alexander-Arnold (Liverpool), Conor Gallagher (Chelsea), Kobbie Mainoo (Manchester United), Declan Rice (Arsenal), Adam Wharton (Crystal Palace).

 

Álopsleikarar: Jude Bellingham (Real Madrid), Jarrod Bowen (West Ham), Eberechi Eze (Crystal Palace), Phil Foden (Manchester City), Anthony Gordon (Newcastle), Harry Kane (Bayern München), Cole Palmer (Chelsea), Bukayo Saka (Arsenal), Ivan Toney (Brentford), Ollie Watkins (Aston Villa).