Hini bæði liðini í EM-undankappingarbólkinum hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Ísland og Montenegro leiktu dyst á Ásvellum fyrr í kvøld.
Montenegro hevði eina stóra favorittstøðu undan dystinum, men íslendska liðið framdi eitt bragd við at vinna dystin 28-27, og fekk harvið tryggjað sær fyrstu stigini í hesari undankappingini. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.
Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 1:3, 5:4, 6:6, 10:8, 11:11, 13:13, 15:15, 17:16, 20:17, 22:20, 25:23, 28:27.
Liðini høvdu hvør sín stórskjútta, ið skutu 12 mál hvør. Elín Klara Þorkelsdóttir og Durdina Jaukovic slóu tónan ann hjá liðum sínum.
Sunnudagin klokkan 17 hittast Montenegro og Ísland aftur niðri í Montenegro.











