EM: Nagelsmann hevur valt sínar 26 leikarar

Tað gjørdist málverjin hjá Stuttgart, Alexander Nübel sum bleiv vrakaður

Fyri stuttum tók týski landsliðsvenjarin, Julian Nagelsmann 27 leikarar út til EM-hópin hjá Týsklandi.

 

Nú hevur hann tikið avgerð um hvørjir teir 26 leikararnir skulu vera, ið skulu manna endaliga EM-hópin hjá Týsklandi. 

 

Tað gjørdist málverjin hjá Stuttgart, Alexander Nübel av teimum 27 sum bleiv vrakaður.

 

Týskland spælir setanardyst móti Skotlandi komandi fríggjakvøld klokkan 19. Hini liðini í bólkinum eru Sveis og Ungarn. 

 

EM-hópurin hjá Týsklandi:

 

Málverjar: Oliver Baumann (Hoffenheim), Manuel Neuer (Bayern München), Marc-André ter Stegen (Barcelona).

 

Verjuleikarar: Waldemar Anton (Stuttgart), Benjamin Henrichs (RB Leipzig), Joshua Kimmich (Bayern München), Robin Koch (Eintracht Frankfurt), Maximilian Mittelstädt (Stuttgart), David Raum (RB Leipzig), Antonio Rüdiger (Real Madrid), Nico Schlotterbeck (Borussia Dortmund), Jonathan Tah (Bayer Leverkusen).

 

Miðvallarar: Robert Andrich (Bayer Leverkusen), Chris Führich (Stuttgart), Pascal Gross (Brighton), Ilkay Gündogan (Barcelona), Toni Kroos (Real Madrid), Jamal Musiala (Bayern München), Aleksandar Pavlovic (Bayern München), Leroy Sané (Bayern München), Florian Wirtz (Bayer Leverkusen). 

 

Áleyparar: Maximilian Beier (Hoffenheim), Niclas Füllkrug (Borussia Dortmund), Kai Havertz (Arsenal), Deniz Undav (Stuttgart), Thomas Müller (Bayern München)