EM: Skaddur svenskur landsliðsleikari heppaði á Føroyar

23 ára gamli høgri vongurin, Valter Chrintz staðfestir eina stóra uppliving saman við føroysku fjepparunum í Mercedes Benz Arena í Berlin

Mynd: Sport Bild

Hann hevur verið úti við skaða, og er tí ikki við í svenska EM-hópinum hesaferð. Tá hann kemur fyri seg aftaná skaðan verður hann ein av kappingarneytunum hjá Hákuni West av Teigum í Füchse Berlin um plássið úti á høgra veinginum.

 

Hann er 23 ár og eitur Valter Chrintz.

 

Nú hann er skaddur hevur Valter Chrintz  tikið av høvinum at fara at heppa á Føroyar í Mercedes Benz Arena í Berlin, og tað heldur stóri týski ítróttarmiðilin, Sport Bild vera ótrúligt.

 

Sport Bild skrivar, at Valter Chrintz hevði fingið tvey atgongumerki frá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu til teir tríggjar dystirnar hjá Føroyum í Mercedes Benz Arena. Valter Chrintz og Elias kennast frá tíðini í Sävehof.

 

- Longu til tann fyrsta dystin hjá Føroyum var rómurin ótrúligur, greiðir Valter Chrintz frá.

 

Til dystin millum Føroyar og Noreg fekk Valter Chrintz høvið at heilsa upp á eina vinkonu hjá liðfelaganum í Füchse Berlin, Hákuni West av Teigum. 

 

- Hon hevði við sær eina eldri landsliðstroyggju hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Tað var heilt ótrúliga stuttligt at vera til dystin. Føroysku áskoðararnir vóru so "cool", og teir vóru veruliga so stoltir av sínum liði. Heili 10 prosent av føroyska fólkinum stóðu saman við føroyska liðnum í Berlin. Tá kann ein bara feira og gleðast saman við teimum. Tað var ein heilt ótrúlig uppliving. Sigur Valter Chrintz við Sport Bild. 

 

Valter Chrintz vónar, at tá hann er komin fyri seg aftaná drúgva skaðan, at hann aftur fær høvið at spæla fyri svenska landsliðið. Valter Chrintz hevur spælt 34 dystir fyri Svøríki, har hann hevur skotið 60 mál.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Sport Bild