Føroyska tjóðin fegnast øll um ein glæsiligan javnleik 26-26 (12-13) móti einum av heimsins størstu hondbóltstjóðum, Noregi.
Her eru yvirskriftirnar í fimm stórum norskum miðlum:
1. VG sum tó megnar at peika á, at Føroyar eru ein ótrúlig og sjarmerandi hondbóltssøga:
##med2##
2. Norska TV2, har syndarin móti dystarenda, Harald Reinkind, liðfelagi hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í THW Kiel siga seg harmast mistakið móti dystarenda:
##med3##
3. NRK, ið heldur, at Noreg tveitti sigurin burtur móti Føroyum:
##med4##
4. Aftenposten staðfestir, at Noreg floppaði, men veitslan er stór hjá lítlu Føroyum:
##med5##
5. Og Nettavisen sum slaktar norska liðið:
##med6##