EM U18: Taptu ókeypis dystin móti Slovenia - møta vertstjóðini nú

Slovenia fekk við trivaliga sigrinum tryggjað sær annað plássið í okkara bólki

Føroyar vóru longu bólkavinnarar í bólki B í niðara millumspælinum í EM-endaspælinum í Montenegro, tá teir í dag møttu Slovenia, ið hevði nógv at stríðast fyri í royndini at røkka øðrum plássinum í bólki B í niðara millumspælinum.

 

Tað eydnaðist í fult mát hjá Slovenia, ið vann dystin greitt 33-23. Í steðginum var Slovenia á odda 20-13. Ian Mesarac í slovenska málinum bjargaði nógvum føroyskum málroyndum, og tað koppaði avgjørt dystin til Slovenia. 

 

Ian Mesarac var eisini fult uppiborið valdur at vera besti leikarin hjá Slovenia í dag. 

 

Slovenia og Fraklandi endaðu bæði á trimum stigum, eitt stig aftanfyri Føroyar. Frakland hevur pluss eitt í málmuni og Slovenia hevur pluss fimm . Tí verður tað Slovenia, ið skal spæla um endastøðurnar millum nummar 9 og nummar 12. 

 

Serbia endaði aftast í bólkinum við tveimum stigum. Føroyar eru bólkavinnarar við fýra stigum. 

 

Í dag slapp Torstein Sivertsen at standa í málinum størsta partin av tíðini. Hann bjargaði fimm av 33 málroyndum. Aleksandar Lacok kom á vøllin og bjargaði trimum brotskøstum á rað. 

 

Aðrir sum ikki hava fingið so nógva spælitíð sluppu eisini at royna seg, og hetta var eitt gott høvið nú bólkasigurin longu var tryggjaður. 

 

Ein ósigur er ongantíð góður, men hesin kostaði ikki nakra endastøðu í bólkinum. 

 

John Skaalum var valdur at vera besti føroyski leikarin í dag. 

 

Óli Mittún var mansvardur í stórum pørtum av dystinum, men hann var ein tryggur brotskastsskjútti, og hann fekk eisini onkur mál í opnum spæli. 

 

Á toppskoraralistanum hevur Óli Mittún higartil skotið 57 mál. Næstur honum er Tommaso De Angelis úr Italia við 39 málum. 

 

Føroyar møta vertstjóðini, Montenegro fríggjadagin í Play Off hálvfinaluni um at sleppa at spæla um 9. og 10. plássið. Tapa vit fyri Montenegro skulu vit spæla um 11. og 12. plássið.

 

Slovenia møtir Íslandi. Vónandi møtast Føroyar og Ísland í dystinum um 9. og 10. plássið. 

 

Føroyar-Slovenia  23-33 (13-20) 

 

Føroyar: Óli Mittún 7, John Skaalum 3, Óla Jákup Olsen 3, Tróndur Johnsson 2, Trúgvi Hávardsson 2, Marcus Bramsen 2, Niklas Gaard 1, Høgni Heinason 1, Rói Hjaltason 1, Búi Poulsen 1.