Seinnapartin í morgin byrjar stór altjóða flogbóltskapping í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Talan er um EM-undankapping hjá U18 kvinnum, sum seinastu tveir mánaðirnar hava fyrireikað seg til kappingina.
Føroyar eru í bólki saman við Luksemburg, Liktinstein og Írlandi. Fyrsti dysturin hjá føroysku kvinnunum verður í annaðkvøld kl.19.30, tá ið tær møta Írlandi. Fríggjadagin møta tær Liktinstein, og leygardagin er so seinasti dysturin ímóti Luksemburg.
Tær, ið manna føroyska liðið, eru:
Bára Silvansdóttir (Fleyr)
Súsanna Ludvig (Fleyr)
Judit Tummasardóttir (Fleyr)
Rannvá Berg í Heiðunum (TB)
Rebekka Magnussen (TB)
Marin Dimon (TB)
Femja Mortensen (TB)
Kirstin Andreasen (KÍF)
Eyðrið Egholm Hansen (KÍF)
Kristina Jacobsen (KÍF)
Hildigunn Poulsen (Dráttur)
Tóra Djurhuus (ÍF)