EM: VIDEO: Noreg setti málmet

(Video) Noreg spældi framúr væl móti Pólandi og setti málmet við 42 skotnum málum

42 mál, tað er met í einum EM-endaspæli í manshondbólti.

 

Fyrr í dag stórspældi Noreg móti Pólandi í millumbólki 2, og vunnu norðmenn ein sera sannførandi 42-31 sigur við stórspæli.

 

Póland – Noreg 31-42 (15-21)

 

Póland : Arkadiusz Moryto 10, Szymon Sicko 6, Dawid Dawydzik 3, Piotr Jedraszczyk 2, Kamil Syprzak 2, Rafal Przybylski 2, Jan Czuwara 2, Maciej Pilitowski 1, Mateusz Kornecki 1, Melwin Beckman 1, Michal Daszek 1.

 

Noreg : Sebastian Barthold 10, Sander Sagosen 9, Kristian Bjørnsen 8, Erik Thorsteinsen 3, Kent Tønnesen 3, Kevin Gulliksen 3, Christian O´Sullivan 2, Harald Reinkind 1, Thomas Solstad 1, Petter Øverby 1, Magnus Gullerud 1. 

 

Stórspælarin hjá Noregi, Sander Sagosen sigur við norska TV2, at tað var framúr stuttligt hjá teimum at fáa spælið so væl at glíða, og nú ræður tað um at taka ta góðu kensluni við sær til dystin móti Týsklandi í annaðkvøld klokkan 19.30. 

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá søguliga málmetsdystinum hjá Noregi:

 

##med2##