Norðmenn eru í tungum sjógvi í EM-millumbólki 2, og hava einki stig aftaná tveir dystir.
Fyri tveimum døgum síðani taptu norðmenn tepurt fyri Slovenia, og í dag taptu teir í Hamburg 32-37 fyri Portugal, ið var á odda 18-15 í steðginum.
Norðmenn vóru í fleiri førum aftanfyri við einum og tveimum málum í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ongantíð at koma upp á javnt. Seinastu løtuna slitnaði millum liðini og Portugal vann ein uppibornan sigur
Danmark, Slovenia, Svøríki og Portugal hava tvey stig hvør. Niðurlond og Noreg hava einki stig.
Klokkan 17 byrjaði dysturin millum Danmark og Niðurlond, og klokkan 19.30 spæla Svøríki og Slovenia.
Noreg - Portugal 32-37 (15-18)
Noreg : Alexandre Blonz 7, Kristian Bjørnsen 6, Magnus Gullerud 4, Gøran Johannessen 3, Harald Reinkind 3, Sander Øverjordet 3, Sander Sagosen 2, Sebastian Barthold 2, Simen Lyse 1, Petter Øverby 1.
Portugal : Pedro Portela 8, Martim Costa 7, Francisco Costa 4, Salvador Salvador 4, Luis Frade 3, Rui Silva 3, Leonel Fernandes 3, Pedro Oliveira 2, Gilberto Duarte 2, Miguel Martins 1.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Noreg og Portugal:
##med2##
19/1 klokkan 14.30: Slovenia-Portugal
19/1 klokkan 17.00: Noreg-Niðurlond
19/1 klokkan 19.30: Danmark-Svøríki
21/1 klokkan 14.30: Slovenia-Niðurlond
21/1 klokkan 17.00: Svøríki-Portugal
21/1 klokkan 19.30: Noreg-Danmark
23/1 klokkan 14:30: Niðurlond-Portugal
23/1 klokkan 17.00: Slovenia-Danmark
23/1 klokkan 19.30: Noreg-Svøríki