Emil Dam: Vit vinna 28-25

(Videosamrøða) Málverjin hjá KÍF væntar, at tað koppar teirra veg í 2. FM-finaluni ímóti VÍF

In.fo møtti Emil Dam, málverja hjá KÍF til eina spontana video-samrøðu. Hetta var uttanfyri Café Chill í Kollafirði, har KÍF-fjeppararnir hita upp til tann stóra dystin, aðru FM-finaluna millum KÍF og VÍF, sum byrjar klokkan 19 í høllini í Kollafirði.

 

Emil Dam fór ein lítlan stimitúr við bátinum, sum mentala upphiting, og hann hevur góðar vónir til dystin. Emil Dam væntar, at KÍF vinnur ein trýmáls sigur.

 

Tað ber til at síggja og hoyra videosamrøðuna við Emil Dam, við at trýsta á hesa leinkjuna: https://www.youtube.com/watch?v=2pqrWkqEgVg