Emil úr Lønnibergi lærdi Moniku føroyskt

- Tá ið tú sum fremmandur kemur til eitt nýtt land, ræður um at læra seg málið sum skjótast, sigur Monika Stauss Joensen, sum er ættað úr Sveis og flutti til Føroya fyri tredivu árum síðani.

Úr lívinum: Fremmandur
Monika Stauss Joensen er ættað úr Sveis og býr í Leirvík, har hon er gift og eigur 4 børn. Hon starvast dagliga á Føroya Musikkskúla. Í fjør gav hon gjøgnum Bókadeild Føroya Lærarafelag út bókina “Edelweiss og sólarkaffi – eitt sindur av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum”. Í hesi greinarøð taka vit nøkur evni úr bókini, ið vit varpa meira ljós á


***

Í bókini “Edelweiss og sólarkaffi”, sum Monika Stauss Joensen gav út fyri jól, eru stuttligir minnisibitar, forkunnug ommuráð, nemandi hugleiðingar, ítriv og uppskriftir. Alt er kryddað við familjumyndum og øðrum myndum.
Í bókini viðger Monika eisini ymisk evni úr sínum lívi, og í fyri einum mánaði síðani tosaðu vit við hana um lagnur í sínum lívi. Hesaferð er evnið at vera fremmandur.
Monika er uppvaksin í Sveis og hevur búsett seg í Føroyum, og hon hevur upplivað, hvussu tað er at koma sum fremmandur í nýtt land at seta búgv, liva og møta nýggjum mentanum.
- Tað er ikki altíð lætt at flyta úr einum landi í annað, og serliga í fyrstani kann tað hava fleiri avmarkingar við sær. Mær dámar ógvuliga væl at hugna mær saman við vinum við at práta, samskifta og skemta. Men tá tú knappuliga ikki skilur eitt einasta orð, sum verður sagt, kanst tú kenna teg uttanfyri og avbyrgda, sigur Monika og heldur fram smílandi:
- Kanska var tað heppið, at týska sangarinnan, Nicole, árið fyri, sum eg flutti til Føroya, vann altjóða sangkappingina Eurovision við sanginum “Ein bisschen Frieden”. Fleiri ferðir, tá eg fór til handils og skuldi keypa ost ella okkurt annað og spurdi “Do You understand English or German?”, kom svarið alt fyri eitt: “Ein bisschen Frieden”. Tað var jú í og fyri seg deiligt; tað er bara tað, at “Frieden” ikki er so lætt er at keypa, um tað so bara var “ein bisschen”.

Hitti føroyskan mann
Orsøkin til, at Monika kom til Føroya at búgva, var, at hon hitti føroyskan mann. Tey giftust í Føroyum og búsettust her.
- Eg hevði gott arbeiði í Sveis, nógvar góðar vinir og sjálvandi tosaðu vit aftur og fram, hvar vit vildu búsetast og um møguleikarnar hjá okkum báðum á hvørjum staði, Sveis og Føroyum. Tað hevði ikki verið lætt hjá manni mínum at fáa arbeiði í Sveis sum útlendingur og útlærdur skipsførari. Hann sigldi tá við einum Mærsk –skipi og hevði hildið fram at sigla úti. Í Sveis er ikki vanligt, at mennirnir eru leingi burtur, og vikuskifti plagar man at hava saman sum familja. Mær dámdi einki tankan, at eg skuldi vera so nógv einsamøll, serliga ikki um vikuskiftini, um hann til dømis var 3 mánaðir burtur. Tí ynksti eg at royna – í øllum førum eina tíð - at búgva í Føroyum. Eisini ynskti eg at læra tað føroyska málið og at koma at kenna hansara bakgrund. Hevði eg ikki funnið meg til rættis her í Føroyum, høvdu vit ivaleyst flutt til Sveis.
Tað var eitt heilt annað samfelag enn dagsins, ið Monika flutti til í Føroyum fyrra partin av áttatiárunum.
- Tað er púra víst, at samfelagið er nógv broytt. Á øllum økjum er ein stór broytin hend. Í musikkskúlanum var t.d. einkin barsilskipan, tá eg fekk mítt fyrsta barn. Eg fekk at vita, at eg bert skuldi koma aftur til arbeiðis, tá eg orkaði. Lítið vitandi um slík viðurskifti, og hvussu tað var, at hava lítið barn, var eg við ringara samvirka í nakrar vikur heima og fór so aftur til arbeiðis eftir eina heldur ringa føðing. Men aftaná eg hevði fingið næsta barnið, var barsilskipanina ornað, greiðir hon frá.

Dummaði seg
Skiftið frá sveisiska samfelagnum til tað føroyska kundi eisini skapa trupulleikar, tá ið Monika fór til handils.
- Her dummaði eg meg mangan. Ein dagin fingu vit døgurðagestir, og eg ætlaði mær at gera nakað serligt og hugsaði at gera lasanju. Í handlinum royndi eg at greiða frá, hvat lasanjuplátir var fyri nakað og vísti á ein pakka av spaghetti og segði, at lasagneplátur var mest sum lík hesum, men samanhangandi og í plátuformi. Men lítið hjálpti, og eg mátti bara staðfesta at sumt, sum eg var von við at keypa heima í Sveis, var ókent í Føroyum mitt í 80- unum.
- Lasanjan, sum vit fingu tann dagin, var gjørd við heimagjørdum platum og var meira líkt einum klumpi av deiggi við eitt sindur av kjøtsós og osti inn ímillum. Helst hevði mangt verið eitt sindur lættari, um eg tá hevði dugað at skemtast við tí, heldur enn at gerast kedd og nipin, sigur Monika.

Málið avgerandi
Í bók síni greiðir Monika frá ymiskum stuttligum hendingum, tí hon sum fremmandur í Føroyum var óvitandi um ymisk viðurskifti. Men hvørji ráð kann hon geva øðrum fólkum, sum flyta úr útlandinum til Føroya at búgva?
- Tað er eitt sindur ringd at geva “góð rað” til onnur. Men grundleggjandi hevði eg sagt, at man skal vera opin, positiv og royna at læra seg málið skjótast gjørligt. Tað ræður ikki um at tosa perfekt, men so tú kanst vera við í tí, sum hendur og verður sagt og kanst samskifta við fólk. Málið er ein partur av mentanini og hevur stóra týdning, um tú vilt kenna teg væl og heima á nýggjum staði.
Tá ið Monika flutti til Føroya, var ikki lætt hjá útlendingum at læra seg føroyskt.
- Tíverri var eingin kvøldskúli fyri útlendingar, tá eg kom til Leirvíkar. Eg mátti bara finna upp á okkurt sjálv. Eg helt, at besta mátin var at byrja á barnastøði og keypti mær Emil úr Lønnibergi á føroyskum og á týskum. So sat eg fyri meg sjálvan, samanlíknaði setningar og hevði nógvar spurningar at spyrja, hvørja ferð maður mín kom heim. Tá eg hevði fingið fyrsta barnið, og hann mangan fann uppá ymiskt, sum eingin annar hevði kunnað funnið uppá, fekk eg mangan at hoyra, at nú hevði eg sjálv fingið ein lítlan “Emil”.
Eftir hesi mongu árini í Føroyum, kennir Monika seg framvegis sum sveisara.
- Eg eri sveisari, havi sveisist pass og kenni meg sum sveisara. Men sjálvandi verður tú ávirkað av umhvørvi og menniskjum, sum tú livur ímillum. Viðhvørt plagi eg smílandi at siga, at eg havi tað so gott sum ongin annar, tí eg kann gera akkurat sum eg vil – í Føroyum kann eg bert siga “at soleiðis ger man í Sveis” og heima í Sveis kann eg siga, at “soleiðis ger man í Føroyum”.
- Men nei, nei, tað eru eisini løtur, har tú kennir teg eitt sindur uttanfyri og leingist og kann vera sárbær orsaka av tí. Eg havi jú mínar røtur aðrastaðni, og hagar leingist eg viðhvørt. Eg haldi, at hetta er bara postitiv og eitt tekin um, at eg hevði tað gott, haðani eg kom.
Í næstu greinini í hesari røð fara vit at tosa um vár og páskir og frætta okkurt um páskasiðir í Sveis.