Tað eru fá lond og leiðarar, sum í hesum døgum seta seg fram og fagna Russlandi eftir innrásina í Ukraina.
Emirurin í Qatar, sheik Tamin bin Hamad Al Thani, er tó eitt undantak.
Í dag takkar emirurin Vlademir Putin, forseta Russlands, á einum asiatiskum toppfundi fyri at hjálpa Qatar við at fyrireika HM-endaspælið, sum verður í næstum.
– Fyriskipanin av HM í Russlandi í 2018 var sera væl eydnað, og russisku vinir okkara hava nú hjálpt Qatar, serliga á skipanarliga økinum.
– Vit vilja fegin takka Russlandi, og vit eru ógvuliga errin av okkara sambandi, sum fer at halda fram hinu megin HM.
– Takk harra forseti, sigur Tamin bin Hamad Al Thani við Putin.
Russland var vertur fyri HM fyri fýra árum síðani, og russarear hava millum annað hjálpt Qatar við samleika hjá áskoðarum til dystirnar.
Vladimir Putrin svarar á asiatiska toppfundinum, sum er í Kasakhstan, at hann vónar, at HM í Qatar fer at eydnast væl.
– Vit gera alt, vit kunnu, fyri at lata tykkum av royndum okkara við at fyrireika eitt HM. Eg ynski tykkum alt tað besta, og eg eri vísur í, at tað fer at eydnast val, sigur Putin.
Russlandi varð eftir innrásina í grannalandið Ukraina útilokað frá HM-undankappingini.
HM í Qatar byrjar 20. noevmber og endar 18. desember.
/ritzau/TT