Endaði 23-23 í Hoyvík

Fyrsta FM-finalan í Atlantic Airways kappingini millum H71 og KÍF er liðugur. Dysturin endaði við javnleiki 23-23. KÍF varð á odda 14-10 í steðginum.

 

Onnur FM-finalan verður leygardagin klokkan 16 í Kollafirði. Vinnur annað liðið dystin, so er tað liðið Føroyameistari í manshondbólti 2013.

 

Toppskjúttar :

 

H71: Bogdan Florea 7 mál Bogi Davidsen 4 mál og Rógvi Sørensen 4 mál

 

KÍF: Nicklas Selvig 7 mál og Andrias Nielsen 4 mál