Endaði við javnleiki á Hálsi

FTZ-Deildin: Stórur spenningur er framvegis í oddinum av bestu deildini hjá monnum í hondbólti

Tvær uppgerðir hava í dag verið spældar í bestu mansdeildini hjá monnum í hondbólti.

 

Undan dystunum var serliga stórur spenningur rundanum uppgerðina í høllini á Hálsi, har Neistin tók ímóti VÍF. VÍF kappast nevniliga við KÍF og Kyndil um seinasta plássið í FM-finalunum, meðan H71 sær út til at hava tryggja sær tað eina plássið í FM-finalunum.

 

Við einum sigri til vestmenningar í dag, komu teir eisini at standa væl í tí til teir seinastu dystirnar, men soleiðis skuldi ikki vera. Dysturin endaði við 25-25 javnleiki, sum serliga KÍF og Kyndil eiga at frøðast yvir. Úrslitið ber við sær, at bert tvey stig eru á muni ímillum VÍF og KÍF, meðan Kyndil nú er trý stig aftanfyri VÍF.

 

Í hálvleikinum var annars líkt til, at vestmenningar fóru at tapa dystin á Hálsi í dag, tí hálvleiksstøðan í dystinum var, at Neistin var á odda 15-11.  Hjá Neistanum var Frank Askildsen í dag toppskjútti við seks málum, meðan Filip Jojic var toppskjútti hjá VÍF við sjey málum.

 

Hin dysturin sum hevur verið spældur í dag hjá monnunum, er á Skála, har Stíf tók ímóti Team Klaksvík.

 

Endaliga úrslitið av tí dystinum gjørdist, at Stíf vann dystin 29-26 eftir hálvleiksstøðuna 14-14. Hjá Stíf vóru tríggir toppskjúttar til dystin í dag. Allan Norðberg, Kjartan Johansen og Pætur Johansen skutu allir seks mál hvør fyri Stíf. Toppskjútti hjá Team Klaksvík var Finnur Hansson, sum skoraði 10 mál.

 

Í annaðkvøld verður seinasti dysturin í umfarinum spældur, tá Kyndil og H71 møtast í høllini á Hálsi í Havn. 

 

Úrslitini í FTZ-deildini í dag:

Neistin – VÍF 25-25 (15-11)

Stíf – Team Klaksvík 29-26 (14-14)