Endaði við sigri til ÍF

Í kvøld eru tríggir dystir í EFFO deildini í fótbólti

 

Í Klaksvík spældu KÍ og Víkingur og við Margáir spældu EB/Streymur og B-68. Their dystirnir eru lidnir og báðir endaði javnir.

 

Triði dysturin er ímillum íF og FC Suðuroy og hann byrjaði klokkan 20.

 

Bæði liðini eru skerd nokk so fitt við skaðum og leikbannum.

- - - -

ÍF legði seg rættiliga skjótt á odda 1-0.

 

Uppspæl úr vinstru til Boga Løkin, sum trekti framvið og legði hann inn fyri til Karl Løkin, sum stóð púra einsamallur og skoraði eitt av sínum lættastu málum.

 

- - - -

ÌF hevur tað mesta spælið og hevur havt nakrar góðar møguleikar. Teir royna eftir tí seinna málinum, men tað hevur ikki eydnast. Hinvegin eru suðuroyingarnir ikki mentir at hótta fuglfirðingar nakað serligt, hóas teir royna

- - -

Nú er hálvleikur í Fuglafirði. ÍF er greitt oman á og hevur havt fleiri sera góðar møguleikar.

- - - -

 

Nú er 1-1 í Fuglafirði

Tað fyrsta, sum hendi í fyrra hálvleiki, var, at ein angur bóltur fer fram á ÍF hálvuna, ein suðuroyingur skjýtur upp á málið. Málmaðurin hálvbjargaði og har stóð Jón Poulsen og setti fótin á og fekk bóltin í málið.

 

Verður hugsað um gongdina í fyrra hálvleiki er hetta beint ímóti øllum spæli og møguleikum.

- - -

Suðuroyingar varðveittu ikki javnleikin leingi. Beint nú var Clayton feldur í brotsteiginum hjá FC Suðuroy og dómarin dømdi brotsspark og tað setti Jan Ellingsgaard í netið.

- - -

Nú er 3-1 í Fuglafirði.

ÍF fór í mótálop har ein bóltur kemur upp á tvørs, har bólturin endaði hjá Dánjal á Lakjuni, sum skeyt málið.

- - -

Nú 26 minuttir eru eftir av dystinum, hava suðuroyingar svarað aftur.

teir fóru í álop og tá endaði bólturin hjá John T. Poulsen, sum setti hann hegnisliga í málið.

 

ÍF roynir at trýsta fyri at fáa eitt mál afturat. Hinvegin hevur FC Suðuroy ikki havt nakað, síðani, teir skoraðu. men nú, tað eru 11 minuttir eftir, skifta teir tveir leikarar og taka fleiri fólk fram á vøllin í eini roynd at fáa okkurt burtur úr.

- - -

Nú er dysturin í Fuglafirði liðugur og hann endaði 3-2 til ÍF. FC- Suðuroy royndi at flyta spælið longur fram, men tað var til fánýtis, tí tað hendi ikki so nógv hesa síðstu løtuna. Suðuroyingar liggja sostatt framvegis á trimum stigum og útlitini fyri at bjarga sær í EFFO deildini verða daprari og daprari.

 

 

KÍ-VÍKINGUR:

Beint nú, teir hava spælt góðar fimm minuttir, hevur Víkingur longu lagt seg á odda 1-0.

 

Fínt álop, har víkingarnir spældu ímillum sín, endaði tað við, at Sølvi Vatnhamar fekk bóltin úr vinstru síðu og hann smekkaði í málið úr einum eitt sindur spískum vinkli. Beint eftir høvdu víkingar eitt vandamikið skot, sum endaði á stongini.

 

Beint nú hevur Víkingur lagt seg á odda 2-0. Kaj Leo í Bartalsstovu skeyt eitt óvæntað skot, eftir gjøgnumbrot úr vinstru og á brotsteigarmarkinum smekkaði hann til.

 

Víkingur er nógv betra liðini, nógv grammari og framrættaðir í álopinum

- - - -

KÍ hevur ment seg eitt sindur í síðstuni og royna at liggja framvið, men enn hava teir ikki eydnuna við sær.

- - -

Fyri lítlari løtu síðani hevði KÍ ein góðan møguleika, men teir fingu ikki skot á bóltin, tí ein KÍ spælari var akkurat ov seinur og beint nú høvdu teir enn ein góðan møguleika, men heldur onki spurdist burtur úr hesuferð.

 

Teir hava eisini havt eitt skot beint omanfyri.

- - -

Nú er eisini hálvleikur í Klaksvík og onki mál kom afturat. Klaksvíkingar vóru tiknir á bóli og Vìkingar fingu tvey mál upp á góðar 10 minuttir.

Men seinastuni løtuna ressaðust KÍ aftur og hevði nakrar fínar møguleikar.

- - - -

Mett verður, at sum KÍ spældi tað síðstu løtuna, hava teir møguleika at koma aftur í aftur.

- - -

Beint nú er annar hálvleikur byrjaður og bólturin var ikki meiri enn givin upp, so lá hann aftur í KÍ málunum, so nú er 3-0 til Víking.

Tað var ongin annar enn Filip Djordjevic, sum akkurát hevur skift úr KÍ til Vìking, sum skoraði.

 

Annars var mett, at tað sá gott út hjá KÍ, tí teir høvdu ment seg, men nú fingu teir ein lúsing, so nú verður mótbrekkan tung.

- - -

Klaksvíkingar hava svarað aftur.

 

Teir fingu hornaspark og eftir, at bólturin hevði ferðast aftur og fram, endaði hann við aftaru stong, har verjuleikarin, John Hammer, setti høvdið undir hann og sertti hann í málið. Málmáðurin var eftir bóltinum, men hann var inni og málið varð dømt.

 

Málmaðurin hjá Víkingi hevur ikki so tryggur í dag, sum hann plagdi

 

Málið fekk rættiliga KÍ at ernast aftur og teir hava koyrt á síðani og hava ligið fram við aftur.

- - -

Beint nú fekk Víkingaspælarin, Hans Jørgin Djurhuus, sítt annað gula kort og sostatt reytt.

 

Dómarin metti, hann steðgaði einum KÍ-ara við vilja og heldur harðliga og gav honum gult kort. Hann fekk eisini gult kort í fyrra hálvleiki og tað kostaði sostatt reytt.

 

Tískil má Víkingur kára seg hesar síðstu 20 minuttirnar við 10 monnum og tað kann verða møguleikin hjá KÌ.

- - -

Nú hevur KÌ skorað til 3-2 og tað var Páll Klettskarð, sum skoraði og so er rættiligur spenningur í dystinum.

Tað sá annars ikki út til, at KÍ rættiliga megnaði at gera sær dælt av, at Vìkingur hevur mist ein mann, tí spælið var linkað. Men so høvdu teir eitt gott gjøgnumbrot og hetta verða sjey spennandi minuttir, sum eru eftir

- - -

Beint nú hevði KÍ aftur ein fínan møguleika, men bólturin fór beint framvið.

KÍ er oman á og trýstir Víking, so enn kann alt henda enn.

 

Men nú, beit fyri dystarlok, hevur KÍ aftur skorað og nú er javnleikur í Klaksvík.

 

Sera flott komið aftur í aftur, eftir at teir høvdu verið aftanfyri 3-0 og nú er dysturin í yvirtíðini.

 

Víkingar hava annars havt vandamikil mótálop.

 

Beint nú hevur KÍ trýst Víking í botn og vóru um reppið at skora sigursmálið, men málmaðurin bjargaði í evstu løtu.

Hinvegin tykist sum Víkingur hevur mist vónina um at fáa fleiri mál.

Nú endaði dysturin í Klaksvík og hann endaði 3-3 og tað eru klaksvíkingar ovurfegnir um. Tað sá eisini øgiliga svart út, eftir at teir vóru aftanfyri 3-0.

 

 

EB/STREYMUR-B68

Dysturin á Eiði er javnur, men kanska hevur heimaliðið munin.

Dysturin er undirhaldandi, tí spælið er málsøkjandi og lívligt og bæði liðini hava havt góðar møguleikar og EB/Streymur hevur rakt stongina einaferð.

- - - -

Enn er onki hent, men teir dríva á. Eitt groft æl hevur verið og tað legði ein dempara á spælið, men nú eru teir við at manna seg upp aftur.

Annars gongur javnt á við Margáir.

- - -

Nú er hálvleikur við Margáir og onki mál er komið.

 

Spælið datt eitt sindur sundur nú ímóti endanum og tað var ikki so gott, sum tað annars var tað mesta av fyrra hálvleiki

- - -

Í seinna hálvleiki halda tey fram við Margáir, har teyt sleptu í fyrra. Tað leikar javnt á. Bæði liðini koma til møguleikar, men onki serliga vandamikið.

 

Í seinastuni hevur B-68 havt munin, men bæði liðini koyra á.

- - -

Nú er liðugt við Margáir og dysturin endaði 0-0. Dysturin var javnur, men heimaliðið royndi at trýsta í seinastuni, men onki spurdist burtur úr.

 

EB/streymur eru mannaðir soleiðis í dag

Í málinum er René Tórgarð og útileikarar eru: Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Gert Hansen, Jonhard Frederiksberg, Egil á Bø, Arnar Dam, Sorin Anghel, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen og Levi Hansen.

Á beinkinum eru Arnbjørn Hansen, Jóhannes Hansen, Ólavur Høghamar Ejdesgaard, Árni G. Olsen og Allan Hansen.

 

Útliðið, B68 er soleiðis mannað, at Hans Jørgensen er í málinum og úti eru: Oddur Højgaard, Dánjal Pauli Højgaard, Bjarki Johannessen, Ndende Adama Guéye, Einar T. Hansen, André Olsen, Óli Olsen, Jann Ingi Petersen, Kristian Høgni Jacobsen og Jóhan D. Højgaard.

Á Beinkinum sita: Mads Nesá, Jon Andersen, Jústinus Hansen, Kristian A. Andreassen og Niclas F. Joensen.