Endaðu arbeiðið

Løgmanssteypið: HB lat ongan iva vera um samlaða sigurin á VB

VB-HB 1-2 (0-1)

HB víðari við 8-3 samanlagt


Eftir at hava vunnið greiðan 6-2 sigur á VB í fyrru hálvfinaluni, mundu tey fægstu vera í iva um, at HB at hevði tryggjað sær sessin, áðrenn farið varð á vøllin vesturi á Eiðinum í Vági.


Løgdu ikki ov nógv fyri

Tað tóktist eisini greitt, at liðini bæði vóru fullgreið um, at hendan hálvfinalan í roynd og veru var avgjørd, og tí legði einki av liðunum ov nógv fyri, soleiðis at skaðar og annað kundu gera um seg og kanska skapa ófrið í oddastríðnum í landskappingini, har bæði liðini eru heilt væl við.

HB byrjaði heldur meira verjukent enn teir hava gjørt í undanfarnu dystunum, og serliga merkisvert var, at teir nú høvdu skift til eina 3-5-2 spælskipan, soleiðis at talan varð um beinleiðis mansverjan av teimum báðum pólsku áleyparunum hjá VB.

Hvønn mun hetta hevði gjørtí samlaða úrslitinum er ilt at siga, tí VB royndi so at siga ongantið at leggja veruligt trýst á HB liðið.


Málini

Trý mál komu í dystinum, og av hesum átti HB sum kunnugt tvey.

Bárður Mortansson skey einasta málið í fyrra hálvleiki, eftir at Ingi og hann høvdu VB hálvuna fyri seg sjálvar, og Ingi valdi at trilla til unga álopsmannin, heldur enn at royna sjálvur.

Seinna umfarið varð tað Jón Rói, sum fekk VB hálvuna at renna á, eftir at Rúni Nolsøe stakk inn um VB verjuna, og heldur ikki hann sveik álitið.

VB fekk at enda pyntað um úrslitið, eftir at Jón Gærdbo av brotsteigarmarkinum smekkaði til, tá bólturin varð spældir innfyri úr vinstru.

Greipan á veg?

HB hevur sostatt enn einaferð leikt seg í steypafinaluna, og skal talan aftur í ár gerast um ein greipuvinnara, er einki at ivast í, at HB er einasta liðið, sum hevur ein veruleikakendan møguleika fyri hesum.

Við spælinum, sum ungu havnarmenninir hava sýnt seinastu dystirnar, er heldur ikki óhugsandi at so verður. Týdningarmikið er tó, at teir taka ein dyst í senn, og ikki fara at hugsa tveir trígggjar og fýra dystir fram.

Megna teir hetta tykist greipan als ikki at vera langt burturi, men tað kann eisini vera, at vit øll eru klókari um knappan mánað, tá GÍ hevur vitjað á Tórsvølli.


VB-HB 1-2 (0-1)

HB víðari við 8-3 samanlagt


0-1: Bárður Mortansson

0-2: Jón Rói Jacobsen

1-2: Jón Gærdbo


Dómari: Kim Ejdesgaard


VB:

Bjarni Johansen - Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Jón Pauli Olsen - Palli Augustinussen, Tórður Holm, Milan Kulic, Janus Kjærbo - Krzysof Popczynzki, Robert Cieslewicz


HB

Bárður Johannesen - Hans á Lag, Jóhannis Joensen, Símun Eliasen - Ingi Rasmussen, Rói Árting, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl, Janus Joensen - Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum.

Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.

Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.

-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.