Endaðu nummar 10

Við at kalla reinari U-manning taptu Føroyar fyri Saaremaa í dystinum um 9. plássið í liðkappingini

Føroyar og Saaremaa hittust eisini í fyrsta dystinum í liðkappingini, og tá vunnu Føroyar ein tryggan sigur.

Hesa ferð var spælt um, hvat lið skuldi gerast nummar 9 ella 10, og tann dystin vunnu estlendingarnir 5-2.

Tað skal tó leggjast afturat, at venjarin undan dystinum hevði valt at rotera nakað við fólkunum, og tí var sterkasta føroyska kortið, Kjartan Eli Hentze, bert við í blandaðum tvímansleiki. Og úr einum føroyskum sjónarhonri hevði tað helst størstan týdning, at tað kortini eydnaðist helst yngsta liðnum í kappingini at vinna tveir dystir. Og so sjálvandi royndirnar, sum spælararnir annars fingu. Og so kundi tað bara staðfestast, at tað var heilt nær við, at ungu spælararnir eisini megnaðu at basa Saaremaa.

Føroysku sigrunum syrgdu Rói Agnarsson og Susie Midjord fyri í hvør sínum einmansleiki.

Rói var eisini nær við at vinna seinna einmansleikin, men mátti tó lúta 3-2. Hallur Thorsteinsson tapti sín dyst móti Saaremaa-búgvanum 3-1, og báðar tvímansleikirnar taptu okkara fólk við 3-2. Susie Midjord og Shaila Strøm vóru enntá tá á odda 2-1 í settum, men tær máttu lúta við 12-10 í seinasta og avgerandi settinum.