Endaðu við framgongd

Føroyar fluttu seg eitt pláss upp, nú FIFA fyri seinastu ferð í ár kunngjørdi styrkislistan

FIFA-listin

Brasilia er framvegis á ovasta sessinum, og Frakland og Spania á teimum báðum næstu.
Tað er støðan, nú altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, fyri 12. og seinastu ferð í ár hevur kunngjørt, hvussu teirra styrkislisti sær út.
Fyri flestu norðanlondini er støðan hampuliga hugalig. Danmark er follið eitt pláss aftur hetta seinasta árið, men teir teljast framvegis upp ímóti avgjørdi toppinum. Tað er Svøríki so smátt eisini farið at gera, eftir at teir fyri einum ári síðani vóru niðri óg vendu sum nummar 24.
Hjá Noreg stendur hinvegin einki til. Í nógv ár kappaðust teir um plássini á listanum við Svøríki og Danmark, men seinastu tvey árini hevur fallið verið øgiligt. Og hetta tykist halda fram. Í øllum førum munnu tey í Noreg vera alt annað enn fegin um, at tey fyri fyrstu ferð, síðani styrkislistin varð gjørdur, eru at finna niðanfyri Finnland.
Ísland stendur í stað á listanum, og so eru tað vit í Føroyum. Skal metast eftir styrkislistanum, so stendur ikki so væl til hjá okkum. Vit vóru nummar 113 fyri einum ári síðani, men hetta er so broytt til 127. Ein lítil glotti er tað tó kanska, at vit eru farin eitt pláss upp síðani november mánað.
Seinasta styrkislistin á árinum sær annars soleiðis út. Tølini í klombrum sýna, hvørja styrkismeting londini høvdu við ársbyrjan.

1Brasilia (1)
2Frakland (2)
3Spania(3)
4Holland (6)
5Argentina (5)
6Kekkia (15)
7Mexico (8)
8Ongland (7)
8Turkaland (9)
10Italia (13)
13Danmark (12)
19Svøríki (24)
40Finnland (43)
42Noreg (26)
58Ísland (58)
126Føroayr (113)