Endabrestur klokkan 24.20

Klumma hjá Høgna Djurhuus um ársskiftið

2012 verður vónandi seinasta árið við hasum forkolaða degnum, mánaðinum, tímanum, minuttinum og forbrenda sekundinum.

12.12.12 klokkan 12:12:12 taka øll eina mynd, gifta seg, skriva dagbók, leggja alt út á feysbukkuna, gera alt í kór, synkroniserað, júst sum hóppsykosan krevur av okkum.

Uttan at hugsa sjálvandi. Tað er sum oftast forboðið, tá øll skulu vera við, og tað loysir seg sjáldan heldur, at hugsa.

12.desember 2012 er ein mikudagur. Hví ikki leygardagur? Fólk eru ikki í tí rætta lagnum og hava ikki stundir til at gifta seg ein keðiligan myrkan mikudag, enntá í døgurðatímanum. Tá er eisini alt ov hált at ganga til altars.

Tíverri, eg fái ikki komið til døgurða í dag, tí eg skal giftast.

Tíbetur er trettandi mánaðin ikki til í okkara álmanakka.

So 2012 er seinasti kjansur í okkara tíð. Latið hann ikki fara afturvið óbrúktan. Tað fer hann ikki. Rullandi kavabólturin verður øgiliga stórur 12.12.12.

Tey, sum ikki taka av hesum rimmar tilboði, verða sum maðurin, sum ikki fór til túsundárahaldið í Íslandi í 1930, hóast honum stóð tað í boði.

Tá tey, sum fóru, komu heim aftur, søgdu tey frá einari ógloymandi ferð. Alt var so gott, so gott í Íslandi, ikki minst blíðskapurin, nógvur Svartideyði og hákarl og reyp.

Tramans, segði hann, sum var eftir í Føroyum. Men eitt veit eg, segði hann, til næsta túsundárahaldið fari eg, tað er so vist og sannheit.

2012 hóttir við øllum illum, stættarmuni, lønarlækking, uttan hjá teimum, sum tola, at lønin lækkar. Skattalættin hjá okkum á gólvinum, ikki tí bonaða ella dúrkinum, er langt síðani horvin, Heilsutrygd, ALS, SEV og skattaða eftirlønin fóru við honum, áðrenn vit nakrantíð fingu hann ella sóu hann.

Ein amerikanskur vrestlari kallar seg Triple H. Vit hava BAD H

Er nakað at gleða seg til í 2012, annað enn at árstalið endar við sama tali sum tað byrjar. Tað hendir tíggjunda hvørt ár. Árið er skotár, so veturin verður ein dag longri.

Nú fer so eitt ár afturat í søguna.

Eitt ár livir bara eitt ár. Tað er ein ársfluga. Tað hevur bara ein føðingardag, 1.januar og tað doyr 31.desember, ársgamalt. Og nú gráta børnini. Sjálvandi spell, um árið er gott. Men fínasta slag, um árið er eitt lorta ár, og tað eru tey flestu árini so ella so.

Árið verður ikki jarðað, ikki grivið. Tað verður brent. Tann møguleikan hava vit onnur deyðiligu ikki her í Føroyum. Tað er ógudiligt sum so nógv annað. Vit eru komin av mold, ikki av øsku.

Árið verður ikki bara brent. Tað verður eisini skotið niður sum um tað viltist inn í ein amerikanskan skúla. Nú gráta øll.

Brent og skotið og eitt ordans ervi eisini. Árið eigur ongan góðan sum so. Sama, hvussu tað er og var, tað verður fyribeint og burturbeint 31.desember. Tá skal nýtt ár framat, sama um tað verður nógv verri enn árið, sum er og fer. Tíverri er eitt feitt ár líka stutt sum eitt rakár er langt. Her er einki við at koma ov seint. Tað einasta, sum byrjar stundisliga í Føroyum, er nýggja árið.

Um nakrar milliónir ár fer sólin at kola jørðina upp, 20 minuttir seinkað í Føroyum. Kanska verður teimingin so góð, at tað verður nýggjársaftan, eitt rimmar brak, tað allarseinasta. Tá ræður um ikki at senda avboð.

Men tað verður ikki næsta ár. Vit taka eitt ár í senn.

Vit vilja ikki hava skotið í skógvarnar, at vit ganga í ov smáum skóm, tá ikki er gangandi.

Vit herja á eitt nýtt ár og seta okkara álit á Várharra og Jørgen Niclasen. Kristindómur og demokrati omaná, so stendur bara væl til.

Veðurgudarnir eru avgudar, sum áttu at verið forbodnir her í okkara kristna samfelagi.

Vit tola ikki kollveltingar, ódn og regn í dag, ódn og kavi í morgin.

Eg fann fyri tveimum vikum síðani mítt nýggjársynski: at tað verður gangandi aftur í Havn, ikki fyri jólatrøum, men fyri hálku, har sum vit, sum ikki rinda kommunuskatt, ferðast.

Men hvat er tað allar ringasta við at búgva í Føroyum? Eingin dugur klokkuna. Nær er nýggjár? Klokkan 00:00 ella klokkan 24:00.

Ella sum kunngerðin á sinni: dansur verður í Villiniborg í kvøld kl.24.30.