Í kvøld verða virðislønirnar í stóra Íløguspælinum lætnar í Miðlahúsinum. Tróndur Enni og Niel Joensen hugna um við tónleikiEik Banki og Sosialurin skipa fyri, at vinnararnir í Íløguspælinum verða kosnir, og virðislønir verða handaðar í Miðlahúsinum í kvøld.
Tá verður kunngjørt, hvør hevði nervarnar og evnini at vinna Íløgusælið. Hvør dugdi at halda høvdið kalt og støðugt gera bestu íløgurnar farnu fýra mánaðirnar?
Besti íleggjarin vinnur heilar 50.000 krónur, meðan næstbesti og triðbesti íleggjarin fær ávikavist 25.000 og 10.000 krónur.
Kom oman í Miðlahúsið í kvøld. Tað verður eitt hugnaligt kvøld við spannandi framløgum, leskiligum sjálvtøkuborði og tónleiki við Tróndi Enni og Niel Joensen