Endahátið av Føroyaleikum í Vágsbotni í kvøld

Veðrið hevur spælt leikunum eitt puss í dag. Fleiri av uttandurakappingunum, ið vóru á skránni í dag, eru avlýstar ella útsettar. Golfsamband Føroya valdu at avlýsa FM í golf í ár, tað sama gjørdi Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon, meðan nevndin í Vága Ríðingarfelagi avgjørdi at útseta FM kappríðingina og Føroyaleikir til týskvøldið kl 19.

 

Endahátíðin verður framvegis sum ætlað. Klokkan 17:00 lat mattorgið upp í Vágsbotni, og til klokkan 23:00 í kvøld ber til at uppliva eina rúgvu av spennandi tónleikarum, skrúðgongu, røður og smábitar frá Hiddenfjord og Varðanum Pelagic. Veðrið sær út til at batna í kvøld, so tað er bara at koma oman.