Endaliga frídømdur fyri at hava brúkt knív

Ein maður, sum varð ákærdur fyri at hava stungið ein annan mann á Tvøroyri, er nú endaliga frídømdur Maðurin varð tikin á Tvøroyri tíðliga um morgunin tann 4.august, og dagin eftir varð hann varðhaldsfongslaður. Hann varð fyrst skuldsettur og seinni ákærdur fyri grovan harðskap, men herfyri bleiv hann frídømdur í Føroya rætti, tí sambært rættinum var tað ikki prógvað, at hann var sekur.

Nú hevur ákæruvaldið so gjørt av, at tað fer ikki víðari við málinum, og sostatt er maðurin endaliga frídømdur.

Varðhaldsfongslingin hjá manninum varð longd tvær ferðir, og nú kann er frídømdur, kann maðurin søkja um endurgjald úr statskassanum fyri at hava verið varðhaldsfongslaður av órøttum.