Endamálið er burtur

Nýggi formaðurin í Bóndafelaginum setir spurnartekin við sjálvt endamálið við Búnaðargrunninum, ið varð settur í verðina til at fíggja føroyska landbúnaðin. – Tá bøndurnir meta grunnin vera so vánaligan, at teir ikki kunnu brúka hann, má eg eftirhondini spyrja, hvat endamál er við grunninum, sigur Sigert Patursson.

- Grundleggjandi trupulleikin er, at Búnaðargrunnurin virkar ikki til frama fyri bøndurnar. Grunnurin setir alt ov hørð krøv fyri at læna út pengar, og hartil er ikki óvanligt at tað tekur millum hálvt og eitt ár at fáa svar uppá eina umsókn um lán.
Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, er bersøgin, tá hann skal lýsa Búnaðargrunnin, hvørs fremsta uppgáva er at slóða fyri menning og endurnýggjan innan føroyska landbúnaðin.
- Stórsti trupulleikin er, at bøndurnir verða kravdir at hefta persónliga fyri øllum lánum úr Búnaðargrunninum. Tað kanst tú ikki bjóða fólki í dag, sigur Sigert Patursson.
Formaðurin í Bóndafelagnum hevur hug at draga samanberingar til aðrar partar av vinnulívinum.
- Her er enntá talan um íløgur í eitt festi, sum bóndin í princippinum ikki eigur, men má avhenda til onkran annan við pensjónsaldur. Hetta eru ikki vanligar vinnulívstreytir, og tað er snøgt sagt ikki rímiligt, at landbúnaðurin skal arbeiða undir slíkum treytum, sigur Sigert Patursson og heldur fram:
- Ímynda tær, at okkurt gongur galið og bóndin kemur afturút við láninum. Tá kanst tú í princippinum fyrst missa festið, og hartil standa eftir við allari skuldini, ið tú jú hevur verið noyddur at hefta fyri persónliga.

Vinnan doyr
Persónliga hevur Sigert Patursson valt at ganga ímóti streyminum og hevur bundið seg á hendur og føtur fyri íløgu í nýtt fjós til fríttgangandi mjólkineyt. Hann brúkar Búnaðargrunnin. Men formaðurin í Bóndafelagnum er eitt eindømi í vinnuni.
- Lánipolitikkurin hjá Búnaðargrunninum ger, at ongar íløgur verða gjørdar í føroyskan landbúnað. Og uttan íløgur verður eingin vinna í framtíðini. So einfalt er tað, sigur Sigert Patursson.
Í dag eru 29 mjólkaframleiðarar kring landið. Men flestu fjósini eru gomul, og endurnýggjanin letur bíða eftir sær.
- Livitíðin hjá einum fjósi er kanska eini 30 ár. Tað merkir, at í princippinum skulu íløgur gerast í eitt nýtt fjós um árið. Og sjálvt um mjólkaframleiðslan verður miðsavnað í 15 fjós, skal eitt nýtt fjós byggjast annaðhvørt ár. Men vit síggja at kalla ongar íløgur í vinnuni, og orsøkin er eftir mínum tykki at finna hjá Búnaðargrunninum, sigur Sigert Patursson.
Formaðurin í Bóndafelagnum er fortørnaður:
- Í sjeytiárunum settu vit okkum sum mál, at í Føroyum skulu vit drekka føroyska mjólk. Við verandi gongd doyr vinnan burtur, og so drekka vit ikki longur føroyska mjólk. Tí mugu vit gera okkum greitt, hvat vit sum samfelag vilja við hesi vinnuni, sigur Sigert Patursson.

Bremsan
Búnaðargrunnurin byggir upprunaliga á eina solidariska skipan millum føroysku bøndurnar. Hvørja ferð eitt jarðarstykki verður selt burtur av festinum hjá einum bónda, fara pengarnir í Búnaðargrunnin. Allir bøndur hava møguleika at søkja um lán úr Búnaðargrunninum, tá íløgur skulu gerast á garðinum. Harvið skuldi grunnurin gerast ein aktivur viðspælari fyri at menna nýskapan, endurnýggjan og framburð í hesi vinnu. Men sambært formanninum í Bóndafelagnum er støðan júst tann øvugta:
- Skulu vit hava vinnuligan landbúnað í Føroyum, so mugu vit hava ein grunn, sum fungerar. Búnaðargrunnurin átti at verið krumtappurin í vinnuni. Men grunnurin er so tvørligur, at so at siga eingin bóndi kann brúka hann. Ein skipan, ið brúkarin ikki ger gagn av, er meiningsleys, og tí seti eg spurnartekin við sjálvt endamálið við grunninum, sigur Sigert Patursson.
Formaðurin í Bóndafelagnum sigur seg sum so einki fáa gjørt við støðuna.
- Nei, tað tykist vera sera trupult at gera nakað sum helst við grunnin. Tí eftirlýsi eg, at politikararnir seta greið mál fyri føroyskan landbúnað, og at Búnaðargrunnurin so fær boð um at stýra eftir hesum málum, sigur Sigert Patursson.