Endamálið er gott - men mátin er skeivur

Hendan framferðin gongur ikki í longdini, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

Vit taka undir við, at fólkapensjónistar fáa meiri at liva av. Men framferðin hjá samgonguni er skeiv.

Tað er niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú tey hava gjørt viðmerkingar til uppskotini hjá samgonguni um at geva pensjónistum meiri at liva av.

Eftir uppskotunum, sum Løgtingið viðger í hesum døgum, skal grundarupphæddin í fólkapensjónini hækkast 580 krónur um mánaðin, so at hon kemur upp aftur á somu upphædd, sum hon var á, áðrenn hon var lækkað í 2015.

Ætlanin er eisini, at pensjónisar skulu fáa 6.000 krónur í skattalætta um árið, og tá ið pensjónistar hava inntøku aftur at pensjónini, skulu teir ikki longur missa so nógv av pensjónini afturfyri.

 – Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við endamálinum um at tað skal loysa seg betri hjá fólkapensjónistum, at arbeiða.

Felagið sigur eisini, at hetta er í samsvari við tilmælið frá Arbeiðsgevarafelagnum um at skatturin á vanligar inntøkur eigur at verða lækkaður – og samstundis fær vinnan betri atgongd til arbeiðsmegi.

Men samstundis leggja arbeiðsgevararnir dent á, at hetta er ikki rætta framferðin. Tvørtur ímóti vísa tey á, at tað tað er neyðugt at gera eina heildarætlan fyri, hvussu vit skulu rinda skatt til Land og kommunur, og hvussu nógv vit skulu rinda í skatti.

Men tey vísa eisini a, at ein slík skattanýskipan kann bera gerast í eini langtíðarætlan. Og tað má vera ein ætlan, sum verður løgd í tøttum samstarvi ímillum Landið og kommunurnar.

– Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí ikki, at framferðahátturin er tann rætti, hóast Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við endamálinum við uppskotunum.

Tey halda nevniliga, at skal nakað gott spyrjast burtur úr einari skattanýskipan, mugu Landið og kommunurnar samskipa sínar ætlanir á skatta- og avgjaldsøkinum.

– Tað gongur ikki í longdini, at kommunurnar tala at, hvørja ferð uppskot um skattalættar verða løgd fram í Løgtinginum, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Tey leggja eisini dent á, at fortreytin fyri einari veruligari skattanýskipan, er, at skattalættar eru fíggjaðir.