Endamálið er tjóðveldi - hvussu koma vit har til?

Vit skulu taka ræði á øllum málsøkjum, ið viðvíkja okkum – men hetta skal gerast skipa. Vit í Tjóðveldi vilja seta ferð á eina miðvísa og skipaða gongd til fullveldi og menning kring allar Føroyar. Har vit kunnu virka frítt í heiminum og samstarva á jøvnum føti við øll lond og fólk.

 

Vit hava ikki veruligt fólkaræði í Føroyum, so leingi allar avgerðir í Føroyum ikki vera tiknar av føroyingum. Føroyska fólkið velur umboð í Løgtingið at taka avgerðir teirra vegna, tí er tað burturvið, at tað enn liggja føroysk øki á danatingi, har avgerðirnar verða tiknar av umboðum fyri danska fólkið.

 

Greiða má fáast á nær og hvussu írestandi málsøkir skulu yvirtakast. Kannast má, hvat hetta kostar ítøkiliga – bæði í krónum, størvum og orku. Og hvat er vinningurin – bæði í krónum, størvum og orku. Hetta er ma. tað fólkatingssessirnir skulu nýtast til. Altíð at arbeiða fyri Føroyar og føroyskum áhugamálum!

 

Somuleiðis skulu fólkatingssessirnir nýtast til at syrgja fyri, at tey málsøkið, ið enn ikki eru komnar á føroyskar hendur, verða rikin og raðfest av donsku stjórnini. Tað má ikki ikki henda aftur, at  málsøkir, ið føroyingar byrja at tosa um at yvirtaka, brádliga ikki verða raðfest longur av donsku stjórnini. Løgið, at tey, ið ráða fyri borgum í Danmark, ikki heldur hava ein ávísan stoltleika í, at kunna lata frá sær eitt væl rikið málsøki.

 

Man kann spyrja seg sjálvan hvussu nógv fólkatingi veruliga leggur í Føroyar, tá ið hetta hevur verið framferðarhátturin, tá ið vit hava yvirtikið mál. At lata hesi øki fella í fullkomiliga órøkt, er als ikki nakað, ið vit skulu lata fara fram. Sum ítøkilig dømi um hetta kann nevnast yvirtøkurnar av  Posta, veðurstøðum hjá DMI, flogvøllurin, prestagarðarnir og nú eisini løgregluna og fongsulsviðurskiftini her í Føroyum.

 

Vit í Tjóðveldi vilja vera á varðhaldi niðri á fólkatingi og varpa ljós á øll føroysk tjóðskaparmál, í øllum samanhangum og tala Føroya søk til øll høvi!

 

Tað er soleiðis vit náa endamálinum – Tjóðveldi!

 

Ásla Leila B. Johansen,

 

valevni til fólkatingið, Tjóðveldi