Endaspurtur í týska valstríðnum byrjar við sjónvarpskjaki í kvøld

Bíðað verður í spenningi eftir samanbresti í sjónvarpi millum trý kanslaravalevni, eftir at SPD hevur lagt seg á odda

Bíðað verður í spenningi eftir kjaki í týskum sjónvarpi í kvøld millum tey trý kanslaravalevnini, nú farið verður í endaspurtin í valstríðnum. (Fotomontage) - Foto: Malte Ossowski/Sven Simon/Ritzau Scanpix

Spenningur er um kjak í týskum sjónvarpi í kvøld millum tey trý fremstu valevnini til kanslaraembætið. Tað verður sent nú, tá valstríðið er á veg inn í endaspurtin undan valinum til samveldistingið 26. september.

 

CDU er viknaður, eftir at Angela Merkel hevur boðað frá, at hon fer úr politikki, og valið verður lýst sum eitt av teimum mest torførastu at meta um frammanundan í nýggjari tíð.

 

Armin Laschet, sum hevur tikið við sum leiðari í konservativu kristiligu demokratunum, møtir Olaf Scholz, sum er kanslaravalevni fyri javnaðarflokkin SPD og leiðaran hjá teimum Grønu, Annalena Baerbock.

 

Laschet hevur fýra vikur at fáa vent ógvusligu afturgongdini í meiningakanningum, og mett verður, at hann fer at føra eitt áleypandi valstríð í endaspurtinum. Hann fer sambært eygleygarum at leggja dent á siðbundna samstarvið við systurflokkin CSU í Bayern, sum er meira konservativur og meira høgrasinnaður enn CDU.

 

– Eg fari at gera púra greitt, hvat tað er, sum skilir okkum frá teimum reyð-grønu.

 

Tað hevur Laschet sagt undan kjakinum millum høvuðsvalevnini, sum er eitt nýtt format við navninum »triellen«.

 

Fyri fáum døgum síðani stóð SPD sterkastur í meiningakanningum, sum er fyrstu ferð síðani 2006. Í eini nýggjari kanning í dag, sum er almannakunngjørd í blaðnum Bild, tykist SPD at hava økt um leiðsluna, og flokkurin stendur til at fáa 24 prosent av atkvøðunum – ein leiðsla upp á trý prosentstig framman fyri CDU/CSU.

 

Umhvørvisflokkurin Tey Grønu hevur sambært kanningini stuðul frá 17 prosentum.

 

Í kanningini fyrr í vikuni, sum RTL gjørdi, var bara eitt prosentstig á muni millum SPD og CDU/CSU.

 

Fyrsta kjakið millum teir tríggjar varð sent í mai, og ta triðja og síðsta fyri valið verður 12. september.

 

/ritzau/dpa

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Bíðað verður í spenningi eftir kjaki í týskum sjónvarpi í kvøld millum tey trý kanslaravalevnini, nú farið verður í endaspurtin í valstríðnum. (Fotomontage) - Foto: Malte Ossowski/Sven Simon/Ritzau Scanpix