Endiliga bragdaði í strandingum

Hondbóltur: Hondbóltskappingarárið endaði um vikuskiftið við eini dreymafinalu, millum StÍF og Kyndil, sum hevði alt. Spenning, dramatikk, tempo og lívligar áskoðarar. Tað mest spennandi kappingarárið er farið afturum, og hesaferð eyndaðist strandingum at vinna FM

Kappingarárið 1998-99 fer í søguna, sum tað mest spennandi menn vita um. Í hvussu er, tá tað um manshondbóltin ræður.

Ongantíð fyrr hava heili fýra lið verið við í kappingini til bert heilt fáir dystir vóru eftir. StÍF, Kyndil, VÍF og H71 lógu nærum lið um lið í stigatalvuni, og orsøkin var einfalt tann, at liðini tóku stig frá hvør øðrum.

Móti endanum blandaði eisini fimta liðið - Neistin - seg, og tó teir ongantíð komu nærhendis meistaraheitinum, so vóru tað teir, sum partvís avgjørdu hvør tað skuldi verða.

Longu í grundspælinum sást ein greið ábending um at hetta kappingarárið var nakað heilt serligt hjá monnunum, og tað vísti seg at halda til seinasta dyst.

Sum nevnt omanfyri hava liðini verið ógvuliga jøvn. So jøvn, at tað ongantíð hevur borið til undan einum dysti at siga hvør fór at vinna. Hetta sást eisini á áskoðarafjøldini, sum neyvan nakrantíð hevur verið størri gjøgnum eitt heilt kappingarár.


Kyndil misti stevi

Annars sá tað eitt tíðarbil út til, at kappingin var avgjørd. Vestmenningar og strandingar vóru smokkaðir eitt sindur burturímillum, aftaná steypafinaluna, meðan Kyndil rættiliga hevði fingið vind í seglini.

Men tá til stykkis kom megnaðu teir ikki at halda ferðini uppi og teir taptu týðandi dystir á veg móti meistaraheitinum.

Vestmenningar vóru teir fyrru at koma fyri seg aftur, og einu tíðina hóttu teir við at vinna »greipuna«, men heldur ikki teir høvdu neyðugu eydnuna við sær.

Fyri tveimum vikum síðani sótu strandingar heima og bitu negl, tí um so var, at vestmenningar bastu Kyndli og Neistin hoyvíkingum, so vóru strandingar knappliga inni aftur í myndini, og kundu sjálvir avgera føroyameistaraheitið til sín fyrimun. Teir høvdu buktina og báðar endarnar, tí hóast teir skuldu vinna júst á Kyndli og VÍF, so var talan um tveir heimadystir.

Úrslitini lagaðu seg júst sum strandingar vildu, og restina av søguni kenna vit, og leygardagin kundi Artur Johansen, taka ímóti steypinum sum liðformaður hjá fyrsta FM-liðnum í manshondbólti hjá StÍF í meiri enn fimti ár.


Eingin útlendingur

Nú meistaraheitið er komið í hús, er steinur fallin frá mongu hondbóltsbrósti á Strondum. Bygdin hevur fostrað nógvar góðar hondbóltsleikarar, uttan at tað tó hevur givið meitaraheitið síðani kríggið.

Hesaferð eydnaðist, og sum Henry Jarnskor, fyrrverandi StÍF formaður segði leygardagin, so er orsøkin bara tann, at ein venjari fór undir miðvíst ungdómsarbeiði, fyri nøkrum árum síðani. Hetta arbeiðið hevur nú borið ávøkst, og meistaraheitið er fingið til hús við lokalum kreftum og venjara úr høvuðsstaðnum, uttan útlendska hjálp.

Tað er stuttligt at síggja í hesum døgum, tá mótin sigur at útlendskir venjarar eru »in«


Lotte lyftur liðið

Hjá kvinnunum var spenningurin ikki í nær námind av tí hann var hjá monnum. Kyndil var langt frammanfyri hini liðini, og hóast tað eingin ivi er um, at Lotte Sørensen hevur lyft liðið ta tíðina hon hevur leikt við, so hava hinir leikaranir á Kyndlaliðnum ment seg ótrúliga nógv.

Kortini var tað eitt sindur av spenningi um tað fór at eydnast Stjørnuni at fáa silvurheiðursmerkini, sum man verða tað frægasta hondbóltsúrslit hjá klaksvíksfelagnum í mong harrans ár.

Tær hava, sum teir einastu verið ein hóttan fyri suverena meistaraliðið, og tað vístu tær m.a. seinasta vikuskiftið við at vinna á meistarunum.


Boð um betri tíðir

Tað má tí verða ein sonn frægd at verða formaður í hondbóltssambandinum í dag, og kunna standa og hyggja aftur á eitt so spennandi kappingarár, sum hetta.

Nógvir framúr góðir hondbóltsleikarar og nógvir góðir áskoðarar, sum hava liva við í kappingini, sum ongantíð fyrr.

Spurningurin er tí, hvat hondbóltsambandið vil bjóða leikarum sínum frameftir. Evnini eru til staðar, og dreymurin um at spæla landsliðshondbólt er eisini til staðar. Men um HSF er til reiðar, kunnu bert teir sjálvir svara uppá.

Teir eru byrjaðir við teimum yngru. Spurningurin er bara, um teir ikki eisini eiga at byrja aftur við teimum eldru.


Silvurheiðursmerkini

gloymd

Sum verða man, skuldu heiðursmerkini handast eftir dystin á Skála leygardagin.

Sum sigur er, fingu meistararnir steypið og gullheiðursmerkini, sum vóru komin inn á Skála.

Silvurvinnararnir úr Kyndli fóru aftur til Havnar við ongum. HSF hevði sent gull- og bronsumerkini inn á Skála. Hetta var eisini í lagi, um so var, at Kyndil vann, men tað var ikki í lagi, um StÍF vann.

Hetta er ein háðan og líkasæla móti hesum báðum liðum, sum so væl hava staðið vakt um føroysku hondbóltslandskappingina 1999.

Er tað ein feilur, so eigur HSF at biðja liðini um umbering.