Endiliga eydnaðist tað hjá Skála. Eftir tap omaná tap síðani heimasigurin á FS Vágum 2. juli, eydnaðist tað at fáa fult, tá ið vágbingar vitjaðu.
Í útgangsstøðuni hevði Skála fimm á miðvøllinum, meðan Jónhard Frederiksberg var einsamallur í fremstu røð. Skálamenn fingu nógv pláss at spæla á, og serliga í 1. hálvleiki vóru teir greitt omaná. Vágbingarnir vóru eisini væl mannaðir á miðvøllinum, men teir vóru sera tamir. Teir góvu heimamonnunum heilt langar teymar, um tað yvirhøvur ber til at tosa um teymar í hesum sambandinum, og teir arbeiddu ikki nógv. Tað tóktist, sum um hugurin at spæla ikki var nakar serligur, og harvið kundi tað bent á, at miseydnað kappingarár líka sum var lagt afturum, áðrenn tað átti at havt verið tað.
Skála skoraði eitt mál, tá ið fyrra umfarið var gott og væl hálvrunnið. Tað vísti seg at verða sigursmálið. Julian Floresco var meistari fyri málinum. Hann setti álop í gongd aftarlaga í vinstru, Hanus Thorleifsson á miðvøllinum sendi út aftur í borði, har Julian var komin langt fram, hann var púra leysur, megnaði at draga inn í brotsteigin, og smekkaði flatt í handara síðunetið.
Skála spældi seg til fleiri aðrar møguleikar, men Bjarni Johansen var sum ikki eina ferð knassi í VB málinum, og so vóru skálamenninir enn eina ferð ikki nóg avgjørdir, tá ið teir høvdu komið sær í góðar støður í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum.
VB hevði onga skotroynd ímóti mótstøðumálinum í 1. hálvleiki. Dan Djurhuus legði eina ferð innfyri. Eingin vandi var á ferð, men tað kundihavt verið heilt álvarsamt hjá heimaliðnum, um onkur mótstøðumaður hevði verið nóg vakin, tá ið Eugen Voda, sum var komin aftur í Skála málið at standa, fór skeivur av innlegginum.
Bjargaðu á strikuni
Eftir steðgin var viljin størri í VB avrikinum. Vágbingarnir fóru við størri hugi í nærdystirnar, og teir komu ikki so sjáldan í nánd av brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum. Royndirnar ímóti málinum eftur uppspæl vóru fáar og smáar, men onkrar ferðirnar var tað eitt sindur vandamikið í sambandi við fríspørk og hornaspørk. Tvær ferðir fingu vágbingar bóltin inn um málverjan, men á strikuni bjargaði Ronni Hansen, eftir at fremstu VB menninir, Brian Andersen og Birgir Jørgensen, høvdu roynt seg.
Skála hevði eisini sínar møguleikar, men úrtøkan var, sum hon plagar at vera. Tað kundu bæði Alexander Johansen og Bogi Gregersen skriva undir uppá hesa ferð.
Eftir at FS Vágar fekk trý stig, eru vágbingar komnir í støðu, sum eigur at bera við sær, at teir tvær tær næstu ferðirnar fara at stríðast fyri at sleppa undan endaspæli. Teir skulu til Eiðis, áðrenn teir runda av á heimavølli ímóti B68. Um Skála vinnur bæði í 17. og í 18. umfarinum, so fara teir ivaleyst at lyfta sær upp á næstaftasta plássið. Lykladysturin verður nú sunnudagin í Miðvági, áðrenn Skála fær vitjan av EB/Streymi. Um Skála vinnur ímóti FS Vágum kunnu teir bjarga sær við sigri á heimavølli ímóti EB/Streymi, um FS Vágar ikki megnar meiri enn javnleik í Runavík.
Niklas á Líðarenda var uppmaður á Skála, har líkindini vóru sum allar aðra staðni. Mest merkisvert við dómaranum var tað, tá ið luftin í 1. hálvleiki fór úr honum. Eftir at hann hevði bríkslað fyri frísparki til VB, smekkaði ein skálamaður til bóltin, sum rakti í krovið á dómaranum, ið small um. Men bara eina lítla løtu, so var hann á fótum aftur og røkti uppgávuna alla tíðina.
Skála?VB 1?0 (1?0)
1?0: Julian Floresco
Dómari: Niklas á Líðarenda
Skála: Eugen Voda ? Ronni Hansen, Arnhold Berg, Dusan Jaic, Julian Floresco ? Bogi Gregersen (Rói Jacobsen, 84.), Hanus Thorleifson, Pauli G. Hansen (Bárður Danielsen, 80.), Alexander Jovevic, Alexander Johansen ? Jónhard Frederiksberg (Kaysten Rasmussen, 89.)
VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Kjærbo, Slobodan Madzar ? Mortan úr Hørg (Janus Kjærbo, 71.), Dan Djurhuus, Anders Nielsen, Milan Kulic, Palli Augustinussen ? Brian Andersen, Birgir Jørgensen